Løgreglan ger nógv burturúr at kanna ferðsluna

Um vikuskifti eru nakrir bilførarar tiknir fyri at koyra rúsaðir við narkotiskum evnum, og ein bilførari varð tikin í Eysturoy seinnapartin í gjár fyri at koyra við kenning.

Um vikuskiftið eru fimm fólk tikin fyri at bróta lógina um rúsevni, og hetta ljóðar ikki av lítlum.

 

Løgreglan steðgaði einum bili í miðstaðarøkinum beint eftir midnátt í gjárkvøldið, og her vísti tað seg, at bilførarin var ávirkaðum av rúsevnum.

 

Náttina fyri vórðu eisini tveir bilførarar steðgaðir, sum vístu seg at hava tikið rúsevni.

 

Eisini í Suðuroynni varð ein bilførari steðgaður í gjárkvøldið við rúsevnum uppi á sær. Í hesum førinum var talan um nøkur fá gramm av hassji.

 

Um vikuskiftið hevur løgreglan eisini tikið tvey fólk, sum høvdu smávegis nøgdir av hassji uppi á sær. Her var talan um stívliga eitt gramm í part.

 

Vit nærkast jólamánaðinum, og tá plagar løgreglan at gera nógv buturúr at kanna, um bilførarar koyra sambært reglunum í ferðslulógini.

 

Seinnapartin í gjár varð ein bilførari í Eysturoy steðgaður, har tað vísti seg, at viðkomandi var ávirkaður av rúsdrekka. Her er blóðroynd tikin.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at í fleiri øðrum førum, har bilar eru steðgaðir ymsastaðni kring landið, vóru øll viðurskifti í lagi.

 

Í nátt hevur løgreglan eisini kannað fleiri skenkisrøð kring landið, men her vísti alt seg at vera í lagi.