Løgreglan heitir á fólk um at ansa sera væl eftir í morgun

Tað er sum á kalvabaki fleiri staðni og onkustaðni hevur ruðuleiki verið í ferðsluni

Løgreglan sigur, at tað er serskakliga hált nógvastaðni í morgun. Tað er á vegum har tað ikki er saltað, at tað er hált og sostatt er tað serliga har kommunur ikki hava saltað innanbýggja og á smærri vegum, sum Landsverk ikki saltar.

 

Men eisini har vegurin er saltaður, kann tað vera sum á kalvabaki á gongubreytini Løgreglan sigur, at tað tiðnaði í gjárkvøldið, men í nátt frysti aftur, so tað er sera hált. Tískil heitir løgreglan í morgun á fólk um at ansa væl eftir.

 

Tey siga, at summastaðni hevur tað verið ferðsluruðuleiki, tí bilar hava staðið fastir í brekkum, og í Klaksvík fór ein bilur á glið. Bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, gjørdi ikki mætari enn at hann leyp úr bilinum og læt hann fara sína kós. Hann endaði í einum garði og fekk nakað av skaða.

 

Løgreglan mæli ikki fólki til at leypa úr bilinum, tí stórur vandi kann standast av tí, tí tað er skjótt at koma undir bilin. Tað hendir seg eisini meiri enn so, at tað ber til at fáa tamarhald aftur á bili, sum fer á glið. Men hesa ferð spældi alt væl av og eingin fólkaskaði var.