Løgreglan letur væl at ferðsluni seinasta samdøgrið, tó at onkur mál hava verið.
- Umfatandi ferðslukanningar eru gjørdar kring stóran part av landinum í gjár og í nátt.
Vakleiðarin visti í morgun at siga, at tey hava kannað bilar heilt úr Suðuroy til Norðoyggjar og vestur í Vágar.
- Ein hópur av bilum eru steðgaðir, og sum heild mugu vit siga, at gott skil hevur verið á ferðsluni seinasta samdøgrið.
Sum vit hava skrivað fyrr í morgun, vóru tvey mál í Norðoyatunlinum, har tveir bilar vórðu máldir at koyra ov skjótt.
- So høvdu vit eisini málið í Miðvági, har ein bilførari fyrrapartin varð tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Men, í mun til talið av bilum, sum eru kannaðir undanfarna samdøgur, letur løgreglan bara heilt væl at.