Løgreglan kannar eitt møguligt harðskapsmál

- Talan er um eitt mál, har onkur møguliga er sligin í býarlívinum í Havn, sigur løgreglan.

Í løtuni arbeiðir løgreglan við einum máli, sum tók seg upp í miðbýnum í Havn beint eftir midnátt í gjárkvøldið.

 

- Talan er um eitt mál, har onkur møguliga er sligin. Málið verður kannað, men enn vita vit ikki, um hetta verður til eitt harðskapsmál.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan var um tveir persónar, sum vóru úti í býarlívinum í Havn í nátt.

 

Løgreglan sigur, at avhoyringar skulu gerast, og seinni vita tey helst nærri at siga, hvussu hetta málið úr náttalívinum tekur seg út.