Løgreglan leitar eftir teimum sum hava gjørt hetta

Tað er hent um seks tíðina í gjárkvøldið

Myndin er av Facebook og vísir hvussu eina av bilunum sá út

Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at melda, at onkur hevði gjørt herverk á fleiri bilar í Runavík. Løgreglan sigur, at hetta var um sekstíðina í gjárkvøldið á einum strekki upp á einar 200 metrar við Gerðisveg og Berjaveg.

 

Løgreglan sigur, at minst 10 bilar eru skøvaðir til. Tey siga, at tey kanna málið, men vita ikki, hvør tað er, sum hevur gjørt herverkið. Tí sigur, løgreglan at er tað nakar, sum hevur varnast okkurt har um vegir um seks tíðina í gjárkvøldið, frætta tey fegin.

 

Annars hevur tað verið stak friðarligt um vikuskiftið. Tveir bilførarar eru skuldsettir fyri at koyra við kenning so teir vórðu sendir á Landssjúkrahúsið at taka blóðroynd.

 

Myndin er av Facebook og vísir hvussu eina av bilunum sá út