Løgreglan skal eisini koyra við elbilum

Eftir eina royndartíð í fýra løgregluøkjum við elbilum, hevur løgreglan avgjørt, at løgreglubilar eisini skulu kunna koyra við streymi.

Í eitt gott ár hava nøkur løgreglufólk í Danmark endað arbeiðsdagin við at seta politibilarnar at løða. 10 løgreglubilarbilar, sum eru býttir út í fýra løgregluøki, hava verið royndir í ymiskum støðum fyri at fáa royndir við elbilum í dagliga vaktararbeiðinum hjá løgregluni.

– Vit hava roynt 10 VW ID.4 á øllum frontum og kantum - alt frá koyrilond, akselerasión, plássi í viðførisrúminum og mangt annað. Niðurstøðan er greið. Ein stórur partur av okkara patruljukoyring kann loysast við elbilum eins væl og okkara núverandi patruljubilar. Tí hava vit avgjørt, at í framtíðini kunnu løgregluøkini útvega sær elbilar eins væl og klassisku dieselbilarnar, sigur politiinspektørurin Jens Yndgaard frá Rigspolitiets Center for Flåde- og Materielstyring.