Kolumbia gjørdist sekstanda og seinasta liðið at vinna seg í HM-áttandapartsfinalurnar.
Á Arrowhead leikvøllinum í Kansas býi vann Kolumbia í nátt - føroyska tíð - 1-0 á Gana.
Talan var um ein fult uppibornan sigur í tí ikki mest lívliga dystinum. Sigursmálið fall aftaná eitt korters spæl, tá Luis Suárez fann ein leysan Jhon Arias, ið trygt sendi bóltin í netið til 1-0 til Kolumbia. Kolumbia hevði átta málroyndir innanfyri málrammurnar, og teir høvdu fimm stórar málmøguleikar. Gana hevði onga roynd innanfyri málrammurnar, um enn okkurt langskot, ið fór framvið málinum.
Kolumbia-Gana 1-0 (1-0)
1-0 Jhon Arias ('14 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Kolumbia og Gana.
-------------
Kolumbia møtir í áttandapartsfinaluni Sveis. Dysturin verður leiktur týskvøldið klokkan 21 á BC Place leikvøllinum í Vancouver.
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.










