Norski løgmálaráðharrin, Tor Mikkel Wara, er farin í farloyvi, eftir at kona hansara er skuldsett fyri at hava sett elda á bil hansara.
Norska trygdarløgreglan, PST, skuldsetir konuna hjá landsins løgmálaráðharra fyri at hava hava ábyrgdina av, at eldur varð settur á bil hansara náttina 10. mars.
Tað skrivar tíðindastovan NTB.
Náttin 10. mars var eldur í bilinum hjá Tor Mikkel Waras uttan fyri heim hansara. Ráðharrin, sum er limur í innflytarakritiska flokkinum Framburðsflokkinum, hevur fleiri ferðir verið hóttur.
Á einum tíðindafundi greiðir forsætisráðfrúan, Erna Solberg, frá flokkinum Høgra, frá, at løgmálaráðharrin hevur biðið um farloyvi fyri at røkja familjuna, eftir at kona hansara er skuldsett.
– Hann er skakaður. Tað er greitt, at hetta ávirkan hann nógv. Tað er gott, at løgreglan ger sítt arbeiði. Í dag hugsi eg fyrst og fremst um Tor Mikkel og familju hansara, sigur hon sambært VG.no á einum tíðindafundi.
Starvið sum løgmálaráðharri verður fyribils røkt av Jon Georg Dale úr Framburðsflokkinum.
Í desember varð heimið og bilurin hjá Tor Mikkel Waras málaður við hagekrossi og orðinum racist.
Tí var tað tikið rættiliga álvarsligt, tá eldur varð settur á bil hansara av norsku fregnartænastuni, PST.
Í dag upplýsir PST tó, at sambúgvin hjá Tor Mikkel Waras, ein 54 ára gomul kvinna, er skuldsett fyri at hava sett eld á teirra felags bil eins og at hava givið falskan vitnisburð.
– Vit misteinkja, at skuldsetta sjálv setti eld á bilin og síðani hevur latið sum um, at tað var onkur annar ókendur, sum skuldi havt gjørt tað.
– Hon var handtikin í dag og kunnað um okkara mistanka. Mistankin til hennara er styrktur seinasta samdøgrið.
– Hon er ikki skuldsett fyri tað, sum áður er hent við heimi teirra, men tað er nátúrligt at seta hesi viðurskiftið í ein samanhang, sigur leiðarin fyri PST, Benedicte Bjørnland á tíðindafundi við NTB.
Løgreglan er sambært VG.no til staðar heima hjá løgmálaráðharranum, har tað eru gjørdar tekniskar kanningar.
– Oslo tingrett gjørdi í dag av, at heimið hjá skuldsettu skal rannsakast. Rætturin heldur soleiðis, at orsøk er til at kunna misteinkja konuna fyri viðurskiftini, sigur Benedicte Bjørnland sambært vg.no á sama tíðindafundi.
Í februar var funnin eldfimur løgur við bilin hjá ráðharranum, og fyrst í mars var eitt hóttanarbræv funnið í postkassanum.
Tor Mikkel Wara hevur fyrr sagt, at hóttanirnar ímóti honum eru álop á fólkaræðið.
– Eg má staðfesta, at vit eru komin hartil, at tað er vorðið ótespiligt.
– Eitt er at fólk siga okkurt um politikarar, sum gera sítt arbeiði, nakað heilt annað er at fara eftir familjum teirra, segði hann í desember.
/ritzau/