David Duckenfield var løgreglumaðurin, sum hevði ábyrgdina av FA Cup hálvfinaluni millum Liverpool og Nottingham Forrest á Hillsborough leikvøllinum í Sheffield 15. apríl í 1989.
Nú hevur David Duckenfield sambært BBC viðgingið undir einari almennari hoyring, at hann leyg afturi í 1989, tá hann tá fortaldi alment, at fjepparar hjá Liverpool stormaðu eitt portur á Hillsborough leikvøllinum í Sheffield tann 15. apríl í 1989. 96 Liverpool fjepparar blivu kvaldir ella kroystir til deyðis á Hillsborough leikvøllinum hendan sorgardagin, 15. apríl í 1989.
- Tað var eitt stórt mistak frá mínari síðu, og eg biði so inniliga um umbering, segði David Duckenfield. - Øll vistu sannleikan, bæði fjeppararnir og løgreglufólkini vistu, at tað vóru vit, sum høvdu latið upp øll portrini á Hillsborough leikvøllinum, greiddi David Duckenfield frá.
Tann nú 70 ára gamli David Duckenfield segði seg ikki vita hví hann leyg um hendingina fyri 26 árum síðani.
- Hetta er nakað av tí, sum eg angri mest av tí, sum eg havi gjørt í mínum lívi, segði David Duckenfield undir almennu hoyringini, tá hann staðfesti, at tað var hann, sum átti ábyrgdina av avgerðini, sum førdi til tann stóra sorgarleikin.
Í yvir 20 ár fingu fjeppararnir hjá Liverpool skyldina fyri vanlukkuna, men eftir, at 100.000 undirskriftir vóru savnaðar bað bretska stjórnin í 2012 um umbering til tey avvarðandi hjá teimum, sum mistu lívið hendan sorgardagin í 1989.