Løgtingið hevur nógv at gera til jóla

Tað er trýst á løgtingsarbeiðinum hesa tíðina, og í ár er einki undantak í so máta. Løgtigsfundur í er dag klokkan 11, har fleiri mál eru til viðgerðar, sum Løgtingið skal avgreiða í ár. 

Fyrst á skránni eru tríggjar 3. viðgerðir. Tað eru málini um MVG frítøka fyri epli, grønmeti og barnablaður og broytta MVG reglur fyri brúktar leigubilar. Har er málið Arbeiðsskaðatryggingarlógina, tað snýr seg um at lækka inngjaldið til Vinnusjúkugrunnin og víðka virkisøkið hjá Vinnusjúkugrunninum og tað triðja er málið um støðuna hjá Íleggingargrunninum fyri Føroyar sum almennur grunnur, rentufrítt og avdráttarfrítt lán til P/F Vága Floghavn og P/F Suðuroyartunnilin o.a.

 

Síðani eru nakrar 2. viðgerðir og nakrar 1. viðgerðir á skránni er sjey tingdagar aftur at hesum fyri jól, og til ta tíð er ætlanin at øll málini – eisini løgtingsfíggjarlógin, eru avgreidd.

 

Skrán fyri tingfundin í dag er hendan:

 

13. viðgerð LM-019/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (MVG frítøka fyri epli, grønmeti og barnablæur og broyttar MVG-reglur fyri brúktar leigubilar- fylgilógaruppskot til FLU 2026)
23. viðgerð LM-023/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) (Lækka inngjaldið til Vinnusjúkugrunnin og víðka virkisøkið hjá Vinnusjúkugrunninum)
33. viðgerð LM-027/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om en investeringsfond for Færøerne m.v. (Um støðuna hjá grunninum sum almennur grunnur, rentufrítt og avdráttarfrítt lán til P/F Vága Floghavn og P/F Suðuroyartunnilin o.a.)
42. viðgerð LM-030/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Heitið á løgtingslógini verður broytt, løgtingslógin fær stytt heiti, ein tøknilig broyting, og reglur um endurgjald til smærri vinnurekandi fyri lønarútreiðslur til starvsmenn, sum hava verið óarbeiðsførir vegna sjúku longur enn 4 vikur)
52. viðgerð LM-031/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin) (Sektir fara sum høvuðsregla í landskassan)
62. viðgerð LM-032/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum í sambandi við at ávísar sektir fara í landskassan (Fylgibroytingar til broyting í revsilógini § 50, stk. 1)
72. viðgerð LM-022/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. og løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar (Ásetan av pensjón eftir forvunnari inntøku undanfarnar mánaðir, innvinnan av pensjónsrætti, tillaging av rætti til pensjón í sambandi við deyða o.a.)
82. viðgerð LM-035/2025 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed og forskellige andre love og om ophævelse af lov om psykologer m.v. (Sundhedsfaglig autorisation af psykologer, anbefalinger fra taskforce om udenlandsk arbejdskraft og ændring af gebyrer for autorisation af sundhedspersoner)
91. viðgerð LM-049/2025 - Uppskot til løgtingslóg um at byggja sambýli til vaksin við autismu (Rygsá)
101. viðgerð LM-052/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkayvirlit (Atgongd hjá ríkismyndugleikum til upplýsingar í Landsfólkayvirlitinum)
111. viðgerð LM-053/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli (Heimild til kommunur at yvirvaka serliga útsett øki, sum verður nýtt til vanliga ferðslu, við vakmyndatóli)
121. viðgerð LM-060/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja heimildina at endurrinda meirvirðisgjald í sambandi við bygging og umbygging av ávísum leigubústøðum)
13Framløga