Løgtingið hevur onga heimild í radaramálinum

Málið er als ikki egnað at leggja fyri Løgtingið, tí talan er um hernaðarmál, sum er danskt málsøki, heldur advokatur

 

Tað sigur Bjørn á Heygum, ein av teimum trimum løgfrøðingunum, sum gjørdu uppskotið um tingskipanina, sum kom í gildi í 1995.

Tað hava verið nógvar røddir frammi um, at málið um at ráðføra landsstýrismanninum í uttanlandsmálum í radaramálinum átti at verið lagt fyri Løgtingið. Atfinnarar hava tó sagt, at tað ber ikki til at leggja trúnaðarmál fyri Løgtingið, tí harvið verður í hesum førum eitt viðkvæmt hernaðarmál lagt út á blik. Men tað er eitt undantak í tingskipanini, í grein 64, sum loyvir, at tingfundir kunnu haldast fyri afturlatnum hurðum:

§ 64. Løgtingsfundir eru almennir sbrt. stýrisskipanarlógini § 17.

Stk. 2. Løgtingsformaðurin ella 6 løgtingsmenn kunnu krevja, at áhoyrararnir skulu út úr tingsalinum, meðan Løgtingið viðger, um fundur skal vera fyri afturlatnum durum.

Stk. 3. Løgtingið tekur síðan støðu til, um fundur skal verða fyri afturlatnum durum.

Stk. 4. Tann, sum sigur frá, hvat fyrifórst á løgtingsfundi fyri afturlatnum durum, ella ikki við rætti nýtir upplýsingar, fingnar á slíkum fundi, verður revsaður eftir borgaraligu revsilógini § 152.

 

Enn er tað tó ongantíð hent. Men hevði tað borið til sum í hesum førum, at lagt málið um radaran fyri Løgtingið fyri afturlatnum hurðum? Tann spurningin hava vit sett Bjørn á Heygum, advokati, ið sum nevnt var ein av teimum, sum gjørdu uppskotið um tingskipanina á sinni.

– Útgangsstøðið er, at tingfundir eru almennir. Handan greinin er sett í tingskipanina sum eitt undantak. Men eg hugsi ikki, at hetta málið er eitt slíkt mál, sum skuldi komið undir hasa regluna, sigur Bjørn á Heygum.

– Hatta málið er per definitión óegnað til eina tingviðgerð. Fyri tað fyrsta, tí at viðgerðin er almenn, men so kundi man sjálvandi brúkt hasa undantaksregluna og hildið viðgerðina fyri afturlatnum tingfundi. Men fyri tað næsta, so ber ikki til at halda eina tingviðgerð í trúnaði, tí tað ov nógv fólk, sum skulu halda tað loyniligt, sigur hann.

Í Løgtinginum eru 33 fólk. Í landsstýrinum eru sjey fólk, og eini trý starvsfólk í Løgtinginum høvdu eisini verið við á einum slíkum fundi, so talan hevði verið um oman fyri 40 fólk, sum høvdu verið við til eina slíka tingviðgerð í trúnaði.

– Tá er tað ikki í trúnaði longur, tí tað ber ikki til at halda eina viðgerð við so nógvum fólkum í trúnaði, tað vita vit av royndum, sigur Bjørn á Heygum.

– Tú kanst ikki viðgerða trúnaðarupplýsingar í einum parlamenti. Tað ber snøgt sagt ikki til. Tí verður tað so kontroversielt, tí málið er óegnað í sínum innihaldi og fyritreytum til eina tingviðgerð. Tað hoyrir snøgt sagt ikki heima har, sigur Bjørn á Heygum, sum so leggur afturat, at tað sjálvandi kunnu verða fleiri áskoðanir um tað.

Og so leggur hann afturat, at tað ber so slett ikki til, tá talan er um eitt hernaðarmál, sum als ikki er føroyskt málsøki.

– Tað skulu nakrar heilt aðrar broytingar til í ríkisfelagsskapinum, fyri at Løgtingið skal kunna viðgera hernaðarmál, sigur hann og vísir á, at danska stjórnin skal bara hava eitt svar upp á ein spurning, sum tey hava sett landsstýrinum.

– Tey spyrja bara og vilja hava svar fyri at tryggja sær, at undirtøka er fyri málinum í Føroyum, hóast danir hava avgerðarrættin sjálvir.

Bjørn á Heygum heldur, at alt hetta málið vendir púra skeivt.

– Heilt erligt, hetta málið er farið eitt sindur av kós, hatta er als ikki eitt føroyskt málsøki, tað mugu vit í fyrstu atløgu taka hædd fyri. Vit hava ongan myndugleika og ongar heimildir. Tað at danska stjórnin spyr seg fyri er ein erlig sak, og so eigur hon at fáa svar gjøgnum tær kanalir, sum eiga at svara, og tað er í hesum førum uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum, sum landsstýrismaðurin eigur at ráðføra seg við, sigur Bjørn á Heygum, advokatur.