Málið hevur verið bæði til 1. viðgerð, nevndarviðgerð og 2. viðgerð í Løgtinginum. Pengar eru játtaðir á fíggjarlógini, so tí væntar bert samtykt við 3. viðgerð.
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sigur, at hon hevur fingið eina umbøn frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um at kalla tingið saman at viðgera málið endaliga.
Hitt málið er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning. Tað snýr seg um eina økniliga rætting í sambandi við avgjald á leyst snús, sum inniheldur tubbak.
Tað ber væl til at kalla tingið saman, hóast val er útskrivað, men vanliga verður tað ikki gjørt, uttan so at okkurt átrokandi er á skránni - og verður mett, at hetta málið er so mikið átrokandi.
Bjørt Samuelsen sigur, at hevur tosað við forfólkini hjá flokkunum á tingi at vita, um tey eru við upp á tað. Og sum tað skilst á onkrum teirra, hon hevur tosað við, so er ætlanini, at Løgtingið bara skal samtykkja málið uttan orðaskifti.
Tá málið var til 2. viðgerð í Løgtinginum 24. februar varð tað samtykt við 26 atkøvðum fyri 3 blonkum atkvøðum.
Soleiðis atkvøddu tingfólk tá:
##med2##
##med3##
##med4##













