Løgtingsforkvinnan hitt starvsfelagar í Útnorði

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hevur í hesum døgum luttikið á fundum í Reykjavík.

Kim Kielsen, formaður fyri Inatsisartut, Þórun Sveinbjarnardóttir, forseti Altingsins og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna

Útnorðurráðið hevði formansskapsfund, og luttók Bjørt Samuelsen á fyrsta sinni, sum forkvinna fyri føroysku sendinevndina. 

 

Á fundinum í Útnorðurráðnum var eitt nú ársfundurin og hátíðarhaldið í samband við 40 ára stovningardag Útnorðurráðsins umrøddur. Hetta verður í Grønlandi seinni í ár. 

 

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hitti harumframt nývalda forseta Altingsins, Þórunn Sveinbjarnardóttir. Saman við grønlendska formanninum fyri Inatsisartut, Kim Kielsen, umrøddu hesi trý tingforfólkini viðurskifti av felags áhuga fyri londini í Útnorði. Eitt nú spentu støðuna í heiminum og týdningin av at standa saman sum smátjóðir, í hesum serligu tíðum.  

 

##med2##

 

 

 

Kim Kielsen, formaður fyri Inatsisartut, Þórun Sveinbjarnardóttir, forseti Altingsins og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, Kim Kielsen, formaður fyri Inatsisartut og Ingibjørg Dáviðsdóttir, limur í íslendsku sendinevndini í Útnorðurráðnum