Løgtingsval verður hósdagin 26. mars 2026

Fráboðan frá Løgmansskrivstovuni:

Hósdagin tann 26. mars 2026 skulu føroyingar aftur á løgtingsval.

 

Løgmaður hevur í dag frá løgtingsins røðarapalli boðað frá, at hann, sambært grein 15 stk 2 í løgtingsvallógini, hevur avgjørt at skriva út val at vera hósdagin 26. mars 2026.

 

Seinasta løgtingsval var tann 8. desember 2022.