Lars Løkke Rasmussen og Moderatarnir koma buldrandi inn í Fólkatingið við 11,5 prosentum á fólkatingsvalinum um eina viku.
Tað vísir nýggj kanning hjá greiningarstovninum Voxmeter fyri Ritzau.
Fyri trimum døgum síðani stóðu Moderatarnir á 8,8 prosentum, meðan flokkurin fyri einum mánaði síðani júst var oman fyri sperrumarkið við 2,4 prosentum.
Tey 11,5 prosentini í kanningini geva 21 fólkatingssessir, sum eru avgerandi fyri um reyði ella blái vongur kunnu telja til 90 tingsessir.
Tað er júst støðan, sum Lars Løkke vilja hava. Hann fer til val fyri at fáa eina stjórn tvørtur um miðjuna við bæði reyðum og bláum flokkum, sum bara Javnaðarflokkurin og tey Radikalu eisini vilja.
Reyði vongur stendur til 83 tingsessir, meðan blái vongur stendur til 71 sessir í dagsins kanning.
Meðan Moderatarnir hyggja frameftir, gongur enn afturá hjá teimum Konservativu.
Flokkurin hjá forsætisráðharraevninum Søren Pape Poulsen stendur nú til 6,0 prosent av atkvøðunum, ímóti 6,7 fyri eini viku síðani.
Harvið er Konservativi flokkurin aftan fyri valúrslitið frá seinasta vali í 2019, tá hann fekk 6,6 prosent.
Eisini tey Radikalu hava mótburð í kanningini. Flokkurin stendur við 3,8 prosentum til at fara meira enn niður í helvt í mun til valið í 2019.
Teir báðir størstu flokkarnir eru enn Javnaðarflokkurin og Vinstri við ávikavist 25,0 og 13,2 prosentum.
Moderatarnir eru triðstørstir, meðan SF við 9,6 prosentum í kanningini tykist gerast fjórðstørstur í Fólkatinginum eftir valið týsdagin.
Fyri trimum døgum síðani vóru bæði Danski Fólkaflokkur og Alternativið oman fyri sperrumarkið upp á tvey prosent, men nú eru báðir undir markinum. Danski Fólkaflokkurin stendur til 1,9, meðan Alternativið stendur til 1,7 prosennt.
Kanningin er gjørd frá 22. til 24. oktober við svarum frá 1.004 umboðandi útvaldum persónum yvir 18 ár.
/ritzau/