Lønarhækking á 8,19% til almenn partafeløg

Starvsfelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag undirskrivaðu í gjár 3 nýggjar sáttmálaavtalur. Hesir eru vegna starvsfólkini á sáttmálaøkinum hjá Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn. Felags fyri allar sáttmálarnar er, at vit hava gjørt tvey ára sáttmálar og at lønarkarmurin er tann sami 8,19%.

 

Hetta skrivar starvsfelag.fo.

 

Føroya Tele

 

Eftir hækkingar í eftirlønargjøldum og vaktargjøldum hjá Føroya Tele, verður lønarhækkingin hjá limum okkara soleiðis komandi tvey árini:

 

  • 1. januar 2025 hækkar lønin 4,07%
  • 1. januar 2026 hækkar lønin 3,87%

 

Posta

 

Eftir hækkingar í eftirlønargjøldum og vaktargjøldum á Posta, verður lønarhækkingin hjá limum okkara soleiðis komandi tvey árini:

 

  • 1. januar 2025 hækkar lønin 4,11%
  • 1. januar 2026 hækkar lønin 3,87%

 

Vága Floghavn

 

Á sáttmálaøkinum hjá Vága Floghavn fer allur karmurin upp á lønina. So lønarhækkingin verður soleiðis komandi tvey árini:

 

  • 1. januar 2025 hækkar lønin 4,32%
  • 1. januar 2026 hækkar lønin 3,87%

 

Semjan millum Starvsfelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag vegna Føroya Tele og Posta kann lesast her.

 

Semjan millum Starvsfelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag vegna Vága Floghavn kann lesast her.

 

Mynd: Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, og Jórun Gardar, varastjóri í Vinnuhúsinum, skriva undir semjurnar 4. desembur 2024.