Føroya Pedagogfelag hevur nú sagt galdandi lønarsáttmálar upp, og fara teir úr gildi 1. oktobur.
Summarið skal nú brúkast til ta fyrireikandi arbeiðið, sum skal gerast undan sáttmálasamráðingunum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært Jógvani Philbrow, formanni í Pedagogfelagnum, eru føroysku lønarløgini væl lægri enn tey eru í grannalondunum. Hann greiddi frá sínum sjónarmiðum í tíðundunum á Rás 2.
Pedagogfelagið hevur sagt galdandi sáttmálar upp vegna misnøgd við lønarviðurskiftini. Eftir ætlan taka tey upp samráðingar við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eftir summarfrítíðina.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Jógvan Philbrow.