Flokkarnir hittast klokkan 17
Fríggjadagin 16.15:Fundarvirksemið í samgonguflokkunum hevur verið stórt allan dag. Í løtuni er Høgni Hoydal á fundi við baklandið hjá sær í Tjóðveldisflokkinum, og klokkan 17 hittast formenninir fyri teir tríggjar samgonguflokkarnar til fundin, ið helst fer at avgera lagnuna hjá samgonguni
Samgongustríð
John Johannessen
Tað stendur eftir øllum at døma í botni í samgongustríðnum, sum nú hevur vart eina viku.
Løgmaður hevði í morgun fund við Fólkaflokkin um støðuna. Fólkaflokkurin stendur fast við, at Høgni Hoydal skal taka aftur uppskotini um bundnan sjálvstýrisleist og sjálvsavgerðarrætt føroyinga, sum Høgni Hoydal móti løgmansins vilja lat Løgtingsskrivstovuni mikudagin.
Men Høgni Hoydal metir tað vera eitt tap á sjálvstýrisleið at taka tey aftur. Tí kann ikki væntast, at hann fer at gera eftir boðum løgmans og Fólkafloksins.
Tískil stendur framvegis í botni millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin í ósemjuni, sum nú er vorðin ein verulig samgongukreppa.
Høgni Hoydal er í løtuni á fundi við Tjóðveldisflokkin, og klokkan 17 verður verður fundur millum formenninir fyri teir tríggjar samgonguflokkarnar.
Tað kann væntast, at lagna samgongunnar verður avgjørd eftir hendan fundin. Eftir teimum upplýsingum, Sosialurin hevur fingið, kann væntast, at boðini eftir fundin verða, at samgongan er skædnað.
Lagnufundurin er settur
Fríggjadagin 16.45: Fyri løtu síðani sessaðust Anfinn Kallsberg, Høgni Hoydal og Helena Dam á Neystabø við fundarborðið hjá løgmanni at avgera lagnuna hjá samgonguni
Samgongukreppa
John Johannessen
Eingin viðmerking var svarið frá teimum trimum samgonguumboðunum, sum fyri løtu síðani sessaðust við fundarborðið á skrivstovuni hjá løgmanni í Tinganesi.
Løgmaður segði tó, at hann væntaði ein drúgvan fund, og gjørdi vart við, at tað ikki var neyðugt hjá fjølmiðlunum at spilla tíð við at bíða uttanfyri.
Tað sást heilt greitt á andlitsbráunum á teimum trimum politisku leiðarunum, at málið fór at verða torført at greiða.
Fundur aftur í Tinganesi kl 9:30
Leygardagin 9.00: Anfinn Kallsberg, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður og Helena Dam á Neystabø, forkvinna Sjálvstýrsfloksins hava fundast út á náttina, tá fundurin var niðurlagdur
Samgongukreppa
Eirikur Lindenskov
Og tey fara í gongd aftur kl 9:30, og semja má finnast fyri løgtingsfundin klokkan 13:30 í dag, har Høgni Hoydal, sum støðan enn er, fer at leggja fram uppskotið um fullveldisleistin, sum flokkarnir ikki longur eru samdir um.
Í degi og viku í gjárkvøldi kallaði Helena Dam á Neystabø ósemjuna fyri ein maktkamp millum Høgna Hoydal og Anfinn Kallsberg, men at hon annars kundir taka undir við uppskotinum, um tað kom fyri tingi, men vísti á, at tað nyttaði so litið, um Fólkaflokkurin ikki tók undir við tí.
Og tað ger Fólkaflokkurin ikki.
Eygleiðarar gita, at samgongan slitnar, um ikki onkur semja verður funnin næstu tímarnar. Og verður tað so, er sannlíkt, at nýggj samgonga verður skipað, har í hvussu so er Tjóðveldisflokkurin ikki er við.
Ein tími til deadline
Leygardagin 16.00: Ein tími er nú eftir at bjarga samgonguni, áðrenn lagnutingfunin, sum verður settur klokkan 17. Sosialurin skilir, at útlitini fyri, at samgongan verður bjargað ikki eru góð
Samgongukreppa
John Johannessen
»Nú er nokk!«
Undir hesum rakstrarrópi halda sjálvstýrissinnað mótmælisfund á Vaglinum í Havn í hesi løtu.
Fundarfólkið heldur, at løgmaður hevur svikið samgonguna, eftir at hann boðaði frá, at hann ikki tekur undir við eini fólkaatkvøðu um bundnan sjálvstýrisleist.
Røðararnir stuðla fult og heilt Høgna Hoydal í avgerðini at leggja fyri tingið uppskotini um bundnan sjálvstýrisleist og at staðfesta sjálvsavgerðarrætt Føroya fólks, sum Høgni Hoydal bar Løgtingsskrivstovuni seinasta mikudag. Høgni Hoydal og Tjóðveldisflokkurin standa eisini framvegis fast við, at uppskotini skulu leggjast fram á tingfundinum um ein tíma, hóast mómæli og hóttanir frá Anfinn Kallsberg.
? Sjálvsagt standi eg fast við, at uppskotini ikki skulu leggjast fram, var einasta viðmerkingin frá Anfinn Kallsberg, løgmanni, tá Sosialurin hitti hann á Gamla Apoteki fyri løtu síðani.
Fundarvirksemið á Gamla Apoteki hevur verið stórt síðani leiðararnir fyri samgonguna skiltust av fundi í Tinganesi á middegi í dag. Fundurin varð settur klokkan 17 í gjárkvølið og varð hildin út í eitt við einum steðgi á nakrar tímar í nátt.
Á Gamla Apoteki eru tingmanningarnar fyri flestu politisku flokkarnar savnaðar. Runnið verður óført millum hølini hjá teimum ymisku flokkunum, og sum skilst eru møguleikarnir fyri nýggjari samgongu opnir. Tveir ávísir politikarar hava kortini verið lítið at sæð í dag. Hesir eru Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, og Anfinn Kallsberg, løgmaður. Gitingarnar eru, at løgmaður ætlar at slíta samgonguna og skipa nýggja við Javnaðarflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum.
Men tað er ein stór avgerð at sløkkja ein respirator, sum eitt av tingfólkum Fólkafloksins tók til fyri løtu síðani.
Eitt er tó heilt vist, og tað er, at ein avgerð fellur innan ein tíma.
Enn eingin semja í samgonguni
Leygardagin 17.20: Lagnan hjá samgonguni er framvegis óviss, nú bert nakrir fáir minuttir eru eftir, til tingfundurin byrjar, og uppskotini hjá Tjóðveldislflokkinum verða løgd fram.
Samgongustríð
John Johannesen, løgtingið
Tað eru helst bara Anfinn Kallsberg, løgmaður, og Høgni Hoydal, varaløgmaður, sum vita, um vit framvegis hava eina samgongu millum Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Tjóðveldisflokkurin hevur framvegis ikki tikið umstríddu uppskotini hjá sær aftur, og hvørki Anfinn Kallsberg ella Høgni Hoydal vilja siga, um teir hava funnið eina loysn á stríðnum teirra millum. Tingfólk hjá Fólkaflokkinum vátta fyri Sosialinum, at eingin semja er funnin teirra millum, og tí liggur lagnan hjá samgonguni helst í hondunum á Tjóðveldisflokkinum, sum nú skal taka endaliga stø_u til, um hann skal taka uppskotini aftur ella ikki.
Ein annar møguleiki er, at løgmaður og varaløgmaður, sum hittust aftur fyri løtu síðani, hava funnið eina ella aðra millumloysn. Staðfestast kann kortini, at lagið er ikki gott á tingmonnum í samgonguni, nú tingfundurin skal byrja.
Eftir ætlan skuldi tingfundurin byrja klokkan 17, men flestu tingmenn, sum eru komnir í løgtingið, eru farnir upp á loftið at bíða, til løgtingsformaðurin setir fundin. Uppi á loftinum sita tingmenn hjá Tjóðveldisflokkinum saman og viðgera støðuna.
Áhugin fyri tingfundinum er sera stórur. Áhoyraraplássini í salinum eru meira enn fullsett, og uttanfyri standa fólk við mótmælisskeltum, har tey gera vart við sína misnøgd við framferðina hjá løgmanni hesa seinastu vikuna.
Høgni bakkaði
Málini hjá Høgna Hoydal um bundnan sjálvstýrisleist og um at staðfesta sjálvsavgerðarrætt føroyinga vórðu ikki løgd fram á tingfundinum í dag
Samgongustríð
John Johannessen
Tað eydnaðist Anfinn Kallsberg, løgmanni, at fáa Høgna Hoydal at bakka í trætuni um sjálvstýrismálið.
Høgni Hoydal tók í kvøld eftir drúgva umhugsunartíð og harðar samráðingar aftur tey bæði uppskot síni um ávikavist bundnan sjálvstýrisleist og um at staðfesta sjálvsavgerðarrætt føroyinga.
? Eg valdi at missa andlit heldur enn at missa alt sjálvstýrismálið á gólvið. Og eg valdi at missa andlit, segði Høgni Hoydal beint eftir tingfundin.
Tað, at formaður Tjóðveldisfloksins tók uppskot síni aftur, hendi beint eftir, at Unga Tjóðveldið og landsstýrismaðurin, Tórbjørn Jacobsen, á fólkafundi høvdu kravt av løgmanni, at uppskotini skuldu leggjast fram. Tað var kortini ikki løgmaður, men formaður Tjóðveldisfloksins, sum bakkaði.