Lógin um ábyrgd landstýrismanna brotin

Løgmaður leyg fyri løgtinginum, meðan Kári P. Højgaard helt týðandi kunning aftur frá løgtinginum.

Hans Gammeltoft Hansen sigur, at Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, báðir hava brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna.

 

Hans Gammeltoft-Hansen varð biðin um at kanna sjey forhold í málinum um eysturoyartunnilin, fimm teirra viðvíkjandi Kára P. Højgaard og tvey teirra viðvíkjandi løgmanni.

 

Hans Gammeltoft-Hansen er komin til ta niðurstøðu, at Kári P. Højgaard hevur víst grovt ósketni og brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Hetta er í sambandi við kunning frá Landsverki um meirkostnaðin av at lata privat feløg byggja tunnilin.

 

Hans Gammeltoft-Hansen metir eisini, at løgmaður hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna.

 

IN.fo fylgir tíðindafundinum. Meiri verður at frætta seinni á in.fo og í Sosialinum, ið kemur út í kvøld.