Orsøkin til uppskotið er, at tað verður mett óneyðuga bureaukratiskt, at tú skal hava loyvir til at reka biografa ella til almennar filmssýningar.
Í viðmerkingum til uppskotið verður sagt, at tað heldur ikki í samsvari við ynskið hjá sitandi samgongu um meiri armslongd á mentanarøkinum.
– Harumframt er tað ógvuliga sjáldan, at tey, ið ynskja at sýna filmar alment, av sínum eintingum søkja Almanna- og mentamálaráðið um loyvi. Almanna- og mentamálaráðið má harafturímóti venda sær til fyriskipararnar, so hvørt tað frættist um ætlanir um at hava almennar filmssýningar. Umsitingin av lógini er tí nakað merkt av tilvild, skrivar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í viðmerkingum til uppskotið.
Annað mál á skránni er uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ioniserende stråling og strålebeskyttelse (strålebeskyttelsesloven) (Ikrafttrædelse af ophævelsesbestemmelse), og tað triðja málið er 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um at byggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan.