Lognbrá sett á gøtuna

Einasta dansistaðið til ung í Klaksvík missir nú hølini, sum tað hevur hildið til í seinastu 20 árini

Klaksvík: Nú er vandi fyri, at ungdómurin í Klaksvík stendur uttan dansistað, tá hetta árið er úti.

Orsøkin er, at diskotekið Lognbrá er sagt upp í hølunum, har tað hevur hildið til seinastu 20 árini.

- Vit royna at kanna møguleikar fyri nýggjum hølum, men tað er trupult at finna nakað. Tað er óhugsandi at fara at byggja nakað nýtt, og tí sær tað svart út í løtuni, sigur Jan Gardar, sum hevur rikið Lognbrá seinastu átta árini.

Lognbrá heldur til í KÍ-høllini, men Klaksvíkar Ítróttarfelag, sum eigur høllina, hevur ætlanir um at brúka hølini hjá Lognbrá til onnur endamál, og tí hevur felagið sagt Lognbrá upp frá 1. januar at rokna.

- Í løtuni havi eg ongastaðni at fara við diskotekinum, og tí er líkt til, at einki diskotek verður til ungdómin eftir ársskiftið, sigur Jan Gardar.


Vandi fyri ófriði

Dansur ella diskotek er hvørt vikuskiftið í Lognbrá. Fríggjakvøld er fast dansikvøld, men stundum er eisini opið leygarkvøld. Fleiri enn 600 fólk eru hvønn mánað í diskotek í Lognbrá, og serliga er tað ungdómurin, sum heldur til har.

Tvey onnur dansistøð eru í Klaksvík fyri tey, sum eru yvir 18 ár, men Lognbrá er einasta tilboðið til tann yngra ungdómin.

- Eg veit ikki, hvat fer at henda eftir 1. januar, men tað kann fáa óheppnar avleiðingar, at ungdómurin einki dansistað hevur at fara í um vikuskiftið, sigur Jan Gardar.

- Vandi er altíð fyri ófriði í býnum, men í hvussu so er verður tað eitt afturstig fyri tey ungu, at tey einki diskotek hava at fara til, heldur hann.


Nú er tað álvari

Tað eydnaðist okkum ikki at fáa ein viðmerking frá Klaksvíkar Ítróttarfelag áðrenn evstamark í gjár, men vit hava skilt, at felagið ætlar nú sjálvt at brúka hølini, har Lognbrá heldur til. Talan verður ikki um dans.

Tað hevur fleiri ferðir verið upp á tal, at Lognbrá skuldi sigast upp, men hetta er fyrsta ferðin, at ein skrivlig uppsøkn er latin danistaðnum.

Umframt dansin leigar Lognbrá eisini ljóðannlegg út. Talan er um annlegg til bæði smærri og størri tiltøk, og ljóðannleggið hevur ferðast kring landið, síðani Lognbrá fekk tað fyrr í ár.

Men við umsøknini, sum nú datt niður í postkassan, gjørdist framtíðin hjá dansinum óviss. Finnur Longbrá sær ikki nýggj høli innan árslok, dettur einasta dansitilboðið til ung í Klaksvík niðurfyri.