Logos Hope kvøld verður í KÍ-høllini í Klaksvík leygarkvøldið. Leygarkvøldið 25. apríl verður Logos Hope kvøld í KÍ-høllini í Klaksvík. Talan verður um eitt altjóðakvøld við innsløgum frá nógvum ymiskum londum við t.d. dansi og drama.
Eisini kemur Mike Hay, leiðari umborð á skipinum, at hava ein boðskap.
Tiltakið byrjar kl. 19.30.