Lokala quizin flúgvandi byrjan

(Ljóðsamrøða) Sambært John Andersen var talan um bestu quizina nakrantíð farna hóskvøld

Farna hóskvøld fór tann lokala quizin í Runavíkar kommunu, sum nevnist "Av Skipanesi til Æðuvíkar" fór av bakkastokki í Løkshøll.

 

Sambært John Andersen, sum er quizmaster saman við Jonhardi Hansen, so var talan um ta bestu einkultu kappingina nakrantíð, og bíðað verður nú við stórum spenningi til ta næstu kappingina, sum verður hóskvøldið 24. apríl.

 

Seinnapartssendingin hjá Rás2, sum verður send úr Runavíkar kommunu tosaði við John Andersen, sum eisini eigur ein stóran leiklut í sangleikinum "Oliver", sum fer á pall aftur í mai. Hesaferð í Norðurlandahúsinum í Havn.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINA ber til at hoyra samrøðuna við John Andersen.

 

(Mynd: Hjalmar Jóhan Juul)