Í dag heittu tveir kommunistiskir politikarar í Russlandi á Vladimir Putin um at steðga krígnum í Ukraina. Sambært útlendskum miðlum stóðu fleiri aftan fyri áheitanina á forsetan.
Hóast fólk í túsundatali eru deyð ella særd í krígnum, hevur russiski forsetin í stóran mun havt sín stuðul í landsins politisku flokkum og millum myndugleikapersónar.
Men, á einum fundi í lóggevandi tinginum í Primorsky Krai-regiónini skapti lokalpolitikarin, Leonid Vasyukevich, órógv, tá hann las upp eina áheitan á Vladimir Putin um at taka herfólkið úr Ukraina.
- Um okkara land ikki steðgar hernaðaratgerðini, fáa vit enn fleiri foreldraleys børn í okkara landi, segði Leonid Vasyukevich sambært tíðindastovuni AFP.
Sambært politikaranum, tóku tveir aðrir floksfelagar undir við áheitanini, men sambært útlendskum miðlum tóku hesir seg aftur fyri fundin.
Meðan Leonid Vasyukevich las áheitanina, royndu fleiri politikarar - og eisini floksfelagar - at steðga honum. Tað gjørdi eisini guvernørurin í regiónini, Oleg Kozhemyako.
Guvernørurin tók enntá so rívan til, at hann rópti Leonid Vasyukevich landasvíkjara, og hann bað mannin saman við einum floksfelaga, Gennady Shulga, um at fara úr salinum.
Tað skriva miðlarnir, Verdens Gang og NTB í kvøld, sum vísa til ymiskar útlendskar keldur.
##med2##