Skulu sjey brúkarar úr Norðoyggjum og Eysturoynni hava rætt til dialysuviðgerð í sínum nærumhvørvi, ítøkiliga á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
Ein ítøkilig áheitan frá hesum brúkarum hevur fingið Karsten Hansen at umhugsa at flyta part av dialysuviðgerðini av Landssjúkrahúsinum til Klaksvíkar Sjúkrahús. Í løgtinginum um dagarnar upplýsti landsstýrismaðurin í heilsumálum, at hann er farin at kanna møguleikan fyri at partur av dialysuviðgerðini kann gerast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Hóast landsstýrismaðurin í tinginum gjørdi greitt, at enn er eingin avgerð tikin, so fær útsøgnin ávaringarlampurnar at ringja hjá serlæknanum í nýrasjúkum, sum hevur evstu ábyrgd av dialysuviðgerðini í føroyska heilsuverkinum.
- Landafrøðiliga atlitið og frástøðan hjá norðoyingum til Landssjúkrahúsið kunnu ikki vera argument fyri at flyta part av dialysuviðgerðini til Klaksvíkar Sjúkrahús. Avgerðin má ikki grundast á tørvin hjá sjey brúkarum júst nú, tí tørvurin kann jú broytast, sigur Torkil á Steig.
Hann vísir á, at tá málið var uppi í løgtinginum, argumenteraði landsstýrismaðurin við at sjey av 13 dialysusjúklingum eru í norðurøkinum.
- Tann støðan er longu broytt, tí nú eru 16 dialysusjúklingar, harav sjey í norðurøkinum. Og hvussu verður støðan um trý ár, spyr Torkil á Steig.
Yvirlæknin heldur lítið um landafrøðiliga argumentið fyri at flyta eitt tilboð.
- Vit hava eisini brúkarar úr Suðri, ið tá kunnu krevja sama tilboð við somu argumentatión sum norðoyingar. Og hvat við brúkarum úr Vágum ella Sandoynni? Tilboðið má vera eins fyri allar borgarar, og tað er har, ið landsstýrismaðurin má hava sítt fokus, sigur Torkil á Steig.
Torkil á Steig hevur verið yvirlækni við ábyrgd av nýrasjúkum síðani 1. januar 2007. Hann er sannførdur um, at eitt dialysutilboð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fer at gera samlaðu rokningina dýrari.
- Í sjey ár havi eg stríðst fyri at fáa umstøður og pláss til dialysuviðgerðina á Landssjúkrahúsinum. Hesi viðurskifti eru nú komin upp á pláss. Men hevur landsstýrismaðurin nú fleiri pengar til økið, so kunnu teir brúkast munandi betri enn til at seta á stovn eitt tilboð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur Torkil á Steig.
Styrk tilboðið
Yvirlæknin vísir á, at rákið innan læknavísundina er, at dialysan í størst møguligan mun skal út í heimini hjá borgarunum.
- Tað er eingin ivi um, at dýrasta viðgerðin er á sjúkrahúsunum. Tí verður arbeitt við at gera eitt so gott tilboð sum tilber úti við hús hjá tí einstaka brúkaranum, sigur Torkil á Steig og vísir til sonevndu posadialysuna:
- Posadialysan er í mongum førum eins góð og hæmodialysan. Og fyri brúkaran kann tað vera ein lættari loysn, tí viðgerðin kann fara fram heima í stovuni hjá brúkaranum sjálvum. Tað er hendavegin, ið vit vilja fara, sigur Torkil á Steig.
Men hetta krevur hjálp frá fakfólki. Yvirlæknin eftirlýsir eina formaliseraða avtalu við Nærverkið, har tað verður lagt í fastar karmar, hvørja hjálp Nærverkið skal geva í samband við dialysu.
- Tað hevði kravt kunning og upplæring til tey starvsfólk hjá Nærverkinum, sum skuldu veitt hesa tænastur til dialysu-brúkarar, eina til fýra ferðir um dagin, hálvan tíma hvørjaferð. Men tað vildi verið eitt alternativ og ein loysn fyri fleiri av teimum, sum í dag fáa hæmodialysu her á Landssjúkrahúsinum, sigur Torkil á Steig.
Tilmæli
Torkil á Steig hevur longu verið á fundi við Karsten Hansen fyri at umrøða teir tankar, ið landsstýrismaðurin hevur gjørt sær um dialysuviðgerðina, nú hann hevur fingið áheitan frá sjey brúkarum. Sambært yvirlæknanum endaði fundurin við, at Medisinski Depilin á Landssjúkrahúsinum nú skal gera eitt tilmæli til landsstýrismannin.
- Nú veit eg ikki, hvørja ávirkan eg fái á tað tilmælið. Men mín støða er púra greið. Eg mæli frá at seta á stovn eitt dialysu-tilboð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Eg mæli landsstýrismanninum til at hyggja eftir samlaða tilboðnum til allar føroyingar. Og har kunnu vit gera nakað ítøkiligt við at styrkja tilboðið, soleiðis at tað verður gjørtligt hjá fleiri at fáa dialysuna heima við hús, sigur Torkil á Steig.
Hann dugir enn ikki at seta orð á, hvat hendir, um politiski viljin krevur eitt dialysutilboð inn á Klaksvíkar Sjúkrahús.
- Verður tað álagt mær at skipa eina tílíka tænastu har norðuri, so má eg fyrst og fremst gera upp við meg sjálvan, um mær dámar luktin í bakarínum. Landsstýrismaðurin kann sjálvandi seta á stovn eitt heilt nýtt dialysutilboð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tað vil so vera hansara val. Men eg vil so mæla honum frá hesum. Her eru ov fá fólk og ov fáar maskinur á Landssjúkrahúsinum til at spjaða út á onnur sjúkrahús, so tí vil reelt vera talan um at seta á stovn eina nýggja dupultfunktión, sigur Torkil á Steig.
Yvirlæknin hevur ikki roknað uppá, hvat tað kostar at seta á stovn eina dialysuviðgerð í Klaksvík.
- Men leystliga mett vil íløgan í dialysutól og annað væl vera 1,5 til tvær milliónir krónur. Og harumframt kemur so raksturin, fyrst og fremst løn til starvsfólk, sigur Torkil á Steig, sum tí hevur hesa greiðu áheitan á landsstýrismannin:
- Hevur tú pengar, so brúka teir til at styrkja tænastuna hjá Nærverkinum, soleiðis at fleiri kunnu fáa dialysuviðgerð heima við hús, sigur Torkil á Steig.