Yvirlækni í nýrasjúkum mælir beinleiðis frá at seta á stovn eitt dialysutilboð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
- Landafrøðiliga atlitið og frástøðan hjá norðoyingum til Landssjúkrahúsið kunnu ikki vera argument fyri at flyta part av dialysuviðgerðini til Klaksvíkar Sjúkrahús. Avgerðin má ikki grundast á tørvin hjá sjey brúkarum júst nú, tí tørvurin kann jú broytast, sigur Torkil á Steig.
Ein ítøkilig áheitan frá sjey brúkarum hevur fingið Karsten Hansen at umhugsa at flyta part av dialysuviðgerðini av Landssjúkrahúsinum til Klaksvíkar Sjúkrahús. Í løgtinginum um dagarnar upplýsti landsstýrismaðurin í heilsumálum, at hann er farin at kanna møguleikan fyri at partur av dialysuviðgerðini kann gerast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
- Vit hava eisini brúkarar úr Suðri, ið tá kunnu krevja sama tilboð við somu argumentatión sum norðoyingar. Og hvat við brúkarum úr Vágum ella Sandoynni? Tilboðið má vera eins fyri allar borgarar, og tað er har, ið landsstýrismaðurin má hava sítt fokus, sigur Torkil á Steig.
Torkil á Steig hevur verið yvirlækni við ábyrgd av nýrasjúkum síðani 1. januar 2007.
Yvirlæknin vísir á, at rákið innan læknavísundina er, at dialysan í størst møguligan mun skal út í heimini hjá borgarunum.
- Tað er eingin ivi um, at dýrasta viðgerðin er á sjúkrahúsunum. Tí verður arbeitt við at gera eitt so gott tilboð sum tilber úti við hús hjá tí einstaka brúkaranum, sigur Torkil á Steig og vísir til sonevndu posadialysuna:
- Posadialysan er í mongum førum eins góð og hæmodialysan. Og fyri brúkaran kann tað vera ein lættari loysn, tí viðgerðin kann fara fram heima í stovuni hjá brúkaranum sjálvum. Tað er hendavegin, ið vit vilja fara, sigur Torkil á Steig.
Les meira um málið í Sosialinum í dag. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.