Síðsta umfar í bæði Hvonn- og FTZ-deildini eru spæld í dag.
Ikki var stórvegis at spæla um í manskappingini, har finaluplássini og bronsuplássið vóru avgjørd undan seinasta leikumfari. Eitt vet av spenningi var tó viðvíkjandi dystinum á Skála, har StÍF tók ímóti botnproppinum, sum undan dystinum hevði tapt sínar fyrstu 23 dystir, Team Klaksvík. Eydnaðist tað strandingum at vinna samstundis sum, at KÍF tapti sín dyst ímóti H71 í Hoyvík, so yvirtók StÍF fjórða plássið frá kollfirðingum.
KÍF tapti 31-26 ímóti H71 í Hoyvík, og tískil hildu tey flestu nokk, at nú var fjórða plássið serverað á einum silvurfati fyri StÍF.
Men klaksvíkingarnir vildu tað øðrvísi í dag. Dysturin á Skála var sera spennandi allan vegin ígjøgnum, men tó var tað StÍF, ið kundi fara til hálvleiks á odda 18-16.
Tveir minuttir fyri dystarlok líktist tað eisini einum sigri til StÍF, tí at tá var StÍF á odda við trimum málum. Team Klaksvík gjørdi tó eitt rimmar comeback í teimum síðstu minuttunum í hesum kappingarárinum. Tað eydnaðist klaksvíkingunum at koma ájavnt við StÍF, og sagt verður av Skála, at tað var Team Klaksvík, sum átti seinasta skotið í dystinum. Hetta skotið bleiv tó brent, og tískil endaði dysturin við javnleiki 30-30.
Sostatt misnýtti StÍF sín møguleika at enda nummar fýra í FTZ-deildini, meðan teir hjá Team Klaksvík kunnu fegnast um, at tað loksins, í 24. royndini, eydnaðist teimum at vinna stig burturúr avrikunum, ið teir hava lagt eftir sær í hesum kappingarárinum.
Síðsti og týdningarleysi dysturin í FTZ-deildini bleiv spældur í Vestmanna, har VÍF vann 26-21 ímóti Neistanum.
Endaliga stigatalvan í FTZ-deildini sær soleiðis út. Í komandi viku spæla H71 og VÍF FM-finalur sínamillum.
1. H71 39 stig
2. VÍF 32 stig
3. Kyndil 29 stig
4. KÍF 26 stig
5. StÍF 25 stig
6. Neistin 16 stig
7. Team Klaksvík 1 stig
Málskúttarnir í dystinum í høllini á Skála vóru hesir:
StÍF: Sveinur Justinussen 8, Borgar M. Persson 5, Pætur Johansen 5, Jógvan G. Joensen 4, Tummas Simonsen 3, Marius Joensen 3, Allan Norðberg 1 og Pætur G. Joensen 1.
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 8, Bogdan Florea 6, Jens Pauli Mohr 4, Niels Viggo Niclasen 4, Vilhelm Vilhelmsen 3, Dánjal Kjærbo 2, Beinir Johannesen 2 og Hanus Norðberg 1.