Loksins eydnaðist tað Kyndli

Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins, eydnaðist tað kyndilskvinnunum at vinna finaludystin í steypakappingini. Hetta hendi eftir eina sera spennandi finalu, har allir leikarar á báðum liðum góvu alt tað, tær áttu. Tó var ein leikari, sum skaraði fram um allar aðrar, og varð tað sum ikki eina ferð Marita Hermansen í kyndilsmálinum

Kyndil-VB 22-21 (12-11)


Tað var um at gerast rættuliga trongt, tá steypafinalan hjá kvinnunum varð bríkslað í gongd av dómaraparinum. Nógv viðhaldsfólk hjá báðum feløgum høvdu gjørt seg til, og rópini dundu oman til leikararnar. Ja, somikið har varð rópa, at leikararnir valla fingu tosað millum sín.


Komu væl aftur

Nú veit eg ikki, um tað var nógvi gangurin, sum órógvaði VB liðið, men í byrjanini av dystinum hekk snøgt sagt einki saman hjá teimum.

Spælið koyrdi seint runt, og gjørdi hetta verjuuppgávuna hjá kyndilsliðnum alt ov lætta. Snøgt ráddi bert um hjá Ann at fylgja við, hvønn veg Regina mundi fara, og so at blokka, tá skotini fullu.

Hjá Kyndli lá munandi betri fyri, álopini gingu skjótt og væl, og tá skotini eisini sótu har, sum tey skuldu, var lítið at siga til, at Kyndils fekk eina trygga leiðslu beinan vegin.

Eftir eitt time-out, eydnaðist tað tó hjá VB at fáa skil á spælið, og spakuliga fingu tær minkað um munin upp til kyndilsliðið. Regina hevði skift pláss, soleiðis at hon nú var á veinginum, har eingin Ann var at taka hana, og í verjuni var skift til 5-1, og tóktist hetta at rigga nógv betri.

Tá farið var til hálvleiks, var munurin sostatt minkaður niður í eitt mál, og flestu áskoðararnir mundu nú vera sannførdir um, at talan fór at gerast um eina sera spennandi finalu.


Lotte mansvard

Seinna hálvleik byrjaði Marita við at vísa, at hon kanska fór at hava ein av sínum góðu døgum. Í fyrra hálvleiki hevði hon tikið eitt brotskast frá Reginu, og beint sum seinni hálvleikur var byrjaður, var hon aftur í fokus, tá hon bjargaði einum brotskasti frá Sólrun Krosslá.

So at siga allan seinna hálvleik stríddust liðini bæði ein sera javnan dyst. Fleiri ferðir kom VB upp á liðina á kyndilsliðnum, men fram um sluppu tær bara ikki.

Í royndunum at steðga kyndilsliðnum, varð gjørt av at mansverja Lotte Sørensen. Hetta tók sjálvandi ein part av kyndilsálopinum, men Beinta, sum var komin heim til finaludystin, og Ann gjørdu sítt til, at missurin ikki gjørdist so stórur kortini.

Onkuntíð slapp Lotte kortini fram at, og tá skotini sita somikið vær, sum talan var um leygardagin, er lítið hjá málverjunum at gera. VB royndi seg við ikki færri enn trimum av slagnum, men líkamikið hvat og hvussu, so megnaði Lotte kortini at finna vegin til meskarnar.


Marita bjargaði Kyndli

Móti endanum av dystinum var tað tó um reppið, at VB slapp at leggja seg fram um kyndilsliðið. Kyndilsliðið var júst tá skert, við tað at Ann hevði fingið tveir fingrar frá dómaranum.

Við støðuni 20-20 eydnaðist tað VB at bróta eitt kyndilsálop, og Sólrun Krosslá fekk fría kós móti málinum. Við eini meistaraligari bjarging fekk Marita tó vart fyri, og í næsta álopinum noyddist Arnleyð Krosslá út, tá hon var eitt sindur harðlig við Lotte.

Kyndil slapp nú aftur fram um, men í næsta álopinum javnaði Regina til 21-21. Kyndil legði seg enn eina ferð fram um, tá Ann eftir eitt sera vakurt álop slapp leys mitt fyri og kundi skjóta seinasta málið í dystinum, men dysturin var tó als ikki liðugur enn.

Sólrún slapp enn einaferð fram við kyndilsverjuni, men aftur hesu ferð hevði Marita eina hond við í spælinum, og so kundi Kyndil fara í álop, tá tað bert restaðu umleið 30 sekund.

Onkursvegna mistu tær bóltin til vágsgenturnar, og seinasta álopsroyndin endaði við, at Regina slapp leys á vinstra vengi, men ennn eina ferð var Marita fyri, og so var dysturin lokin.


Góð reklama

Tá seinasta bríkslið hevði ljóðað, kundu kyndilskvinnurnar fegnast um, at tað fyri fyrstu ferð í søgu felagsins hevði eydnast kvinnunum at at sigra í finaludystinum í steypakappingini.

Stoltar kundu tær fara fram til pallin eftir steypinum, og í bakgrundini sóust vónbrotnu vágsgenturnar. Tær høvdu rætt og slætt givið alt tað tær kundu, men tá tað kom til stykkis, var hetta ikki nóg mikið.

VB liðið hevði tó onga orsøk til at skammast, tí sum kunnugt er fortreytin fyri einum góðum dysti, at talan er um tvey góð lið, og einki er at ivast í, at talan var um ein sera góðan hondbóltsdyst leygardagin.

Kanska er tað skeivt, at taka ein einstakan leikara burtur úr, men eftir mínum tykki var tað Marita Hermansen, sum átti størsta heiðurin av kyndilssigrinum. Tríggjar tær seinastu bjargingarnar vóru avgerandi fyri úrslitið, og júst hetta, at kunna tá man skal, er tað, sum eyðkennir ein góðan málverja.

Tó slepst ikki undan, at talan eisini var um eitt sera gott liðavrik hjá báðum pørtum, og hóast nógv stóð á leikarunum, so eiga tær allar rós uppiborið fyri, at talan ongantíð gjørdist um ljótt ella ófantaligt spæl.

Tilsamans vóru ikki fleiri enn 4 útvísingar, og má hetta sigast at vera sera lítið í einum somikið intensum dysti, sum talan var um.

Alt í alt ein sera góð reklama fyri hondbóltin, sum enn tá, varð varpað út til alt Føroya fólk.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Kyndil: Lotte Sørensen 8 (2), Ann Hansen 4 (1), Beinta Sørensen 3, Palma Petersen 2, Rakul Joensen 2, Jensia Petersen 2, Frida Johannesen 1

VB: Gurið Mortensen 6, Regina Rádó 5 (1), Christina Holm 4, Sólrun Krosslá 3, Arnleyð Krosslá 2, Rannvá Augustinussen 1

Brotskøst:

Kyndil 5, VB 3

Útvísingar:

Kyndil 3, VB 1

Dómarar úr Neistanum:

Hjalmar Petersen og Kristian Johansen