London Taxi til Kina

Frá 2008 fáa hýruvognseigarar í Kina og øðrum asiatiskum londum møguleika at ogna sær tað best kenda taxa-symbolið í heiminum: Ein svartan London Taxi


Kinesararnir eru rættuliga farnir at gera vart við seg í bretska bilídnaðinum. Nú hevur størsti bilframleiðarin í Kina ”Geely Automobile Holdings Ltd.” keypt 23 prosent av partabrøvunum í bretska felagnum ”Manganese Bronze Holdings Plc”, sum eigur LTI Vehicles, sum framleiða tann væl kenda London taxi, sum er eitt av symbolunum hjá bretska høvuðsstaðnum.
 
 
Partabrævakeypið í ”Manganese Bronze Holdings” er ein liður í eini joint-venture avtalu til 53 milliónir pund, som eisini hevur við sær bygging av eini samliverksmiðju í Shanghai, sum frá á vári 2008 skal kunna framleiða umleið 10.000 London Taxi av TX4 modellinum. Hetta er fýra ferðir so nógv sum LTI Vehicles Carbodies-fabrik i Coventry framleiðir.
 
LTI, sum stendur fyri ”London Taxi International”, byrjaðu sína tilveru í 1919 sum karrosseriverksmiðjan Carbodies Ltd. í Coventry.
 
Fyrstu svørtu London Taxi komu á marknaðin í 1945. Í 1948 fóru Carbodies í samstarv við Austin-bilverksmiðjuna. 10 ár seinni kom fyrsti London Taxi FX4 við dieselmotori.
 
Í 1968 fekk London Taxi ta útsjóndina, sum fyri tey flestu er ímyndin av tí klassiska og rúmliga hýruvogninum.
 
Tað var fyrst eftir at TX1-modellið kom á marknaðin í 1997, at London taxi heilt skifti útsjónd uttan tó at missa sambandi við tann gamla hvat designi viðvíkur.
 
TX1 er síðan vorðin til dagsins modell TX4 við 2,5 litur dieselmotori.
 
Gjøgnum árini hava aðrir bilframleiðarar roynt at tikið kappingina upp við góða gamla kenda London Taxi, uttan at tað hevur eydnast. 
 
 
 
Myndatekstur: