Danska Arbeiðsgevarafelagið er komið við uppskoti um, at roykjarar skulu arbeiða longur enn ikki-roykjarar. Orsøkin er, at teir brúka ov nógva arbeiðstíð saman við sigarettini - Hetta er ein trupulleiki á mongum arbeiðsplássum, har roykjarar taka sær rættindi til eyka steðgir. Arbeiðstíðin er effektiv, og tað eigur tí at verða trupulleikin hjá roykjarunum, um teir mugu hava hesar eykasteðgirnar.
- Teir hava í roynd og veru ikki krav uppá hetta, slær Henning Dreesen frá Arbeiðsgevarafelagnum fast.
Fakfeløgini eru kortini ikki samd við honum í hesum. Tey skíra stutt sagt uppskotið hjá Arbeiðsgevarafelagnum fyri diskriminasjón, hóast ein slík skipan longu er sett í verk á ymiskum fyritøkum í Danmark.
Ein slík fyritøka er stikkkontakt-fyritøkan Lauritz Knudsen í Ringsted, har leiðslan fyri hálvum ári síðani fór undir ein nýggjan roykipolitikk. Eftir hesum skulu øll tey, ið roykja snøgt sagt stempla út, tá tey fara útum at roykja.
- Hetta merkir helst, at arbeiðsdagurin verður longur hjá summum. Men hinvegin er hetta eitt, sum tey stýra fullkomuliga sjálvi, verður sagt hjá Lauritz Knudsen. Samstundis við hetta hevur fyritøkan boðið starvsfólkunum skeið, har tey læra at steðga við roykingini.