Longstu 40 minuttirnir í lívinum

Tá amerikanskiu Navy Seals Team Six fri viku síðani herjaðu húsini hjá bin Laden, vóru teir ikki 100% visir í, at Osama bin Laden var har. Abbottabad, 2. mai.

25 Navy Seals Team Six servandir hermenn lupu á eini hús í Abbottabad í Pakistan. Barrack Obama situr í hernaðarrúminum í Hvítu Húsunum og fylgir við álopinum.

- Tað vóru longstu 40 minuttirnir í lívinum, segði Obama í samrøðu við 60 minuttir.

Forsetin greiddi frá, at hann var serliga órógvaður í døgunum upp til álopið, sum hann framman undan metti sum 55-45 prosent sukses.

- Vit fara inn á suverinitetin hjá einum øðrum landi og útinna eina hernaðarliga aktión. So talan var um ein geopolitiskan vanda. Men fremst í huganum lá allatíðina, at fáa menninar út aftur úr landinum, segði Obama.

Forsetin nýtti høvið at leggja trýst á Pakistan. Hann kravdi at landið kannar, um nakrir embætismenn vistu, hvar bin Laden goymdi seg.

- Vit halda, at tað má hava verið ein stuðulsrøð fyri bin Laden í Pakistan, og tað er nakað, vit mugu fáa greiði á, segði Obama.

Forsætisráðharrin í Pakistan, Yusuf Raza Gilani, vísir upp á tað harðasta sftur, at landið á nakran hátt hevur vita um ella stuðla uppihaldinum hjá Osama bin Laden í Pakistan, skrivar dr.dk