Longsulin drívur Livar

Eg trúði ikki, at eg fór at leingjast so illa, sum eg geri, men eg hugsi um konu og børn hvønn dag, og tað fær meg at dríva á, so eg kann koma heim aftur til tey so skjótt sum gjørligt, sigur Livar Nysted, sum saman við hinum trimum á Artemis Investments eru komnir hálva leið til Falmouth í Onglandi

Livar Nysted og hinir tríggir umborð á Artemis Investments rógva seg hvønn dag nærri metinum, sum er 55 dagar at rógva tvørtur um Atlantshavið. Teir rógva í vaktum á tveir tímar.
- Jú, vit hava vant okkum til tað nú, so tað er ikki so galið. Tað var tungt at byrja við, tí tú sovnaði ikki, tá tú legði teg, og orkaði illa at hyggja, tá tú skuldi rógva, serliga um næturnar. Men tað er eingin trupulleiki nú, sigur Livar Nysted.
Hann sigur, at teir sjálvandi ikki nýta allar tveir tímarnar at sova í, tí teir eta eisini, og við hvørt sova teir als ikki á frívaktunum.
- Vit eta góðan proteinríkan mat, sum er góður fyri kroppin. Hann smakar kanska ikki so øgiliga væl, men hann er sunnur. Tað er fyri tað mesta pulvur, sum verður blandað upp í vatn, sumt smakkar ok, meðan anað smakkar verri. Men tað hugsa vit ikki so nógv um, sigur Livar Nysted.
Men tað fer illa við kroppinum at kíta seg so nógv.
- Vit tapa okkum alla tíðina. Sjálvur havi eg tapt meg nokk so nógv, veit ikki heilt, men nøkur kilo snýr tað seg um, sigur Livar Nysted.
Higartil hava teir róð í lutfalsliga grunnum vatni, men tað hevur ikki bila.
- At byrja við vóru vit ikki so hepnir í veðrinum, men nú hevur verið rímiliga gott. Vit hava vindin inn á síðuna í løtuni, men tað er gott at rógva. At byrja við passaðu forsøgnirnar slett ikki, vit skuldu havt undanvind, men hann lá inn á síðuna og ímóti. Tað gekk kortini væl at rógva, og onkuntíð hava vit havt mest sum storm inn á reyvina, og tá róðu vit 117 míl upp á eitt døgn, og tað er met, sigur Livar Nysted.
Hann heldur, at teir eru við at koma úr Golfstreyminum, tí tað er kaldari veður, og samstundis hava teir havt mjørka í einar fimm dagar.
- Men í morgun var klárt, so tað var gott lag at koma upp at rógva. Vit hava ikki sæð longur enn 200 metrar í fleiri dagar, so tað hvur verið nokk so deprimerandi, men í morgun var klárt, sigur Livar Nysted.

Komnir í helvt
Men tað hevur ikki verið ein dansur á rósum allan vegin, og ta einu náttina gekk nokk so galið.
- Vit vita væl av, at báturin klárar væl at koppa runt. Man hugsar ikki serliga nógv, júst tá tað hendir, men aftan á hugsar tú nógv. Eg var inni í kahúttini, tá tað hendi, og tað kendist rættiliga surrealistiskt. Báturin fór ikki runt, men hevði kjølin í veðrið og kom so upp aftur sama veg. Menninir, sum vóru til árar, vóru í vesti og vóru íbundnir, og teir sótu har, tá báturin kom upp aftur. Men slíkt er hetta, at eg vóni ikki, tað hendir aftur, sigur Livar Nysted.
Hann hevur drúgvar royndir í føroyskum kappróðrabátum, men at rógva við slíkum báti er øðrvísi.
Fyri tað fyrsta rør tú úti á opnum havi, men sjálvt um hetta er púra hvør sítt, so rógva vit rættiliga hart, tá vit sita við árarnar. Og vit orka rættiliga væl, tí vit hava vant okkum við at sita við árarnar og rógva tveir tímar út í eitt, sigur Livar Nysted.
Umborð á Artemis Investments hava teir eisini benkur, sum glíða aftur og fram, so eisini á tann hátt er tað øðrvísi.
Teir hava nú róð helvtina av teininum, og tað merkir eisini, at teir síggja ljósari upp á tað heila.
- Nú vit eru komnir longri enn helvtina, kann man siga, at nú verður tað undanbrekka. Men sjálvandi er tað ilt at siga, hvussu veðrið verður, so vit taka tað bara, sum tað kemur, sigur Livar Nysted.

Leingist
Komið er nú væl inn í juli mánað, og stormsesongin í Meksikanska Flógvanum byrjar.
- Tað hugsa vit als ikki um. Vit hava verið í ringum veðri einaferð, og tað kláraði báturin fínasta slag, og koma vit í ófantaligt veður aftur, skulu vit nokk klára tað eisini. So tað hugsa vit ikki nógv um, sigur Livar Nysted.
Men er rógvingin til at yvirkoma, so er tað truplari við longslinum heim til tey kæru í Føroyum, konu og fýra børnum.
- Jú, tað er hart at verða so langt burtur frá sínum kæru í so langa tíð. Mær leingist ógvuliga illa eftir teimum, eg roknaði ikki við, at mær fór at leingjast so illa, men tað geri eg. Hugsi um tey alla tíðina, og tað er eisini í veruleikanum tað, sum fær meg at dríva á alla tíðina, fyri at koma skjótari heim til tey, sigur Livar Nysted.
Hann vónar at ráðini vera til, at familjan kann koma niður til Onglands at taka ímóti.
At enda nýtti Livar Nysted høvið at senda eina heilsu heim til konu og børn og til familju og kenningar yvirhøvur.
- Og eisini eina tøkk til tykkum á Rás2. Tit gera nakað burtur úr og tað fegnist eg um, sigur Livar Nysted við Rógva Nybo.