Álop á tey lágløntu

Peikifingrarnir eru aftur á lofti. Búskapurin skal tálmast. Annars kemur upp á kók. Og sum ikki einaferð er fyrst og fremst ætlanin at leggja eftir teimum lægru inntøkubólkunum. Nú skýtur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum upp at lækka rentustuðulin fyri sethúsalán. Harafturat skulu handverkarar uttanlands missa frádráttin.

Tað kann ikki sigast annað, enn at hugflogið er gott. Men neyvan koma hesi hugskot frá landsstýrismanninum, sum skal syrgja fyri at tað rennur í kassan, samstundis sum hann hevur ábyrgdina av, at tað, sum rennur út, fer í rætta stað. Víst er Tjóðveldisflokkurin drigin í stýriborð, til høgru, men neyvan er hann enn farin so langt, at einastu uppskotini eru at leggja byrðar á tey lágløntu.


Tað er rætt at ansa eftir, at búskapurin ikki fær ov skjót bein at ganga á. Men hann fer at ganga upp aftur skjótari, um ynskini hjá Fólkaflokkinum um størri skattalækkingar skulu fremjast í verki. Sostatt er heldur ikki samljóð millum politikkin hjá Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum á hesum øki.


At lækka rentustuðulin nú fer at raka tey, sum annaðhvørt hava bygt sær hús seinastu árini, ella tey, sum hava keypt sær eini sethús. Tey hava saman við peningastovnunum gjørt eina uppseting, sum sigur, hvussu nógv tey skulu gjalda í rentum og avdráttum tey komandi 15 ella 20 árini. Í henda avdráttarprofil er bygt inn, at rentustuðulin lækkar í stigum eftir ávísum áramáli, men ikki júst nú. Tí kann ein lækking koma tvørt fyri.


Í samrøðu við hetta blað undrast Karsten Hansen á, hví tað almenna skal lata rentustuðul fyri sethúsalán. - Hvat er tann solidariska ella sosiala kjølfestan nú? Til tað er at siga, at mangar familjur høvdu ikki kunnað reist sær eini hús uttan rentustuðulin - ella rentufrádráttin, sum var galdandi til 1. januar 1997.


Eitt annað er, at fíggjarmálastýrið átti at kanna saman við peningastovnum, fakfeløgum, grannskoðarum o.ø. hvørjar avleiðingar tað hevði havt, um rentustuðulin varð avtikin í framtíðini fyri alla nýbygging og alla húsasølu. Tað kann hugsast, at prísurin á byggitilfari og tann høgi húsaprísurin høvdu lækkað munandi, um rentustuðulin varð tikin av. Øll, sum hava keypt byggitilfar uttanlands, eru greið yvir, at byggitilfar er kanska eini 30-40 prosent ov dýrt í Føroyum. Varð ein slík leið vald, átti sjálvandi ein skiftisskipan verið gjørd fyri øll tey, sum hava sethúsalán í dag, soleiðis at tey ikki verða kollrend fíggjarliga.


Hvørki vanligi arbeiðarin, útróðrarmaðurin, handverkarin ella starvsmaðurin hava fingið búskapin upp á kók. Hann koyrir hvørki í dýrum BMW, Audi, Passat, Saab, Peugot, Avensis ella í dýrum jeep´um. Nei, tað eru tey háløntu, fólk í slíkum vinnum, sum hava fleiri frádráttarmøguleikar, og mong av teimum, sum hava fingið avskrivað skuld, sum í dag gera sær dælt. Tettið tí heldur skattalóg, ansið eftir svarta arbeiðnum, og kannið eftir, um rentustuðilin verður misbrúktur við hjálp frá peningastovnum!