Álopnir við salmiakk-spiritus

? Hetta er nakað av tí óhugnaligasta eg havi verið úti fyri, sigur Oluf Mortensen, politistur, sum fekk salmiakk-spiritus í eyguni undir arbeiðsørindum í gjár. Tað var um tveytíðina í gjár, at teir báðir politistarnir, Oluf Mortensen og Jens Rói Sørensen fingu eitur í eyguni, tá teir vóru úti í arbeiðsørindum. Teir skuldu á sjúkrahúsið við einum sálarsjúkum manni, sum hevði byrgt seg inni, og tí vardi seg við at spræna salmiakk-spiritus eftir teimum. Læknarnir rokna ikki við at teir fáa varandi mein. Politiið kennir mannin, men hevur ikki havt stríð av honum fyrr.

- Hetta er eitt tað óhugnaligasta, sum eg havi upplivað í starvinum. Veskan passifiserar. Hevði hann brúkt knív, kenna vit til mátar at avvápna hann. Men vesku fær man ikki vart seg ímóti, tí tað fer allastaðni, og man missur bæði luftina og sjónina, sigur Oluf Mortensen, sum hevur starvast sum politistur í 12 ár.

Makkari hansara, 27 ára gamli Jens Rói Sørensen, sigur, at hetta kann bara minna okkum á, at sálarsjúk fólk kunnu vera ótilroknilig.

Hetta vita vit eisini, tá vit fara út, men tað er ilt at verja seg kortini, sigur Jens Rói Sørensen, sum er nýútlærdur politistur og tann yngsti í landinum.

- Hetta var ein sera traumatisk uppliving. Eg fekk ikki so nógva vesku í eyguni, so eg var rímiliga vissur í, at eg fór ikki at missa sjónina. Men eg stúrdi sjálvsagt fyri eyganum hjá Olufi, sum var sera reytt og hovið, sigur Jens Rói Sørensen.

Bæði hann og Oluf Mortensen eru ættaðir av Tvøroyri, men búgva og virka í Havn.

33 ára gamli maðurin hevur verið í grundlógarforhoyr, og fær nú hjálp á sjúkrahúsinum.