Í desember í fjør varð uppboðssølan loppan.fo løgd út á føroysku alnótina, og 28. august varð uppboðssøla nr. 5.000 skrásett á loppuni.
Vit eru glaðir fyri undirtøkuna, sum síðan hevur fingið, sigur Tommy Brockie frá Drainsoft. Áðrenn vit fóru undir at gera loppuna, sóu vit, at í øllum øðrum londum rundan um okkum vóru uppboðssølur á alnótini.
Vit sóu samstundis, at ein tílík síða manglaði í Føroyum og fóru tí undir at gera loppuna. Sera nógv fólk hava vitjað loppuna, síðani hon varð løgd út á alnótina í desembur í fjør.
Spurdur um hann kundi nevna nøkur dømi um, hvat ið er selt, svaraði hann, at ellisakfør, hvølpar, prýðislutir, list og mangt annað er selt á loppuni. Onkur søla er tó blivin strikað av okkum, men næstan einki mark er fyri, hvat ið fólk hava sett til sølu.
Vit hava annars júst gjørt avtalu við tryggingarfelagið Trygd, um at teir selja teirra bilar á loppuni, og tað eru vit glaðir fyri. Tað vísti seg eisini, at teirra akfør eftir stutta tíð vóru sera populer og fingu nógv boð.
Fólk halda síðuna vera spennandi, tí vøran verður seld á uppboðssølu, og tí tey kunnu vænta at fáa meira fyri vøruna, enn tey høvdu roknað við, segði Tommy Brockie at enda.