Álopsspælið hjá Kyndli var langt undir støðið

(Rás2) Hoyr høvuðsvenjaran hjá kyndilskvinnum, Flemming Raben taka samanum 15-21 (8-12) tapið ímóti VÍF

Flemming Raben, høvuðsvenjari hjá kyndilskvinnum hevur upplivað sínar spælarar frá tveimum ógvuliga ymiskum síðum innan fáar dagar. Hóskvøldið vunnu kyndilskvinnur 32-29 á VÍF við góðum álopsspæli, og í dag skutu kyndilskvinnur minni enn helvtina av málunum tær skutu hóskvøldið ímóti sama liði. Kyndil tapti í dag 15-21 (8-12) ímóti VÍF.

 

Flemming Raben ásannar, at álopsspælið hjá Kyndli var langt undir støðið í dag, og hann ásannar, at tað gekk illa at sleppa framvið VÍF-verjuni, og sterka málverja teirra, Kristinu Graksaite.

 

- Tað var einki sum vildi eydnast í dag, ásannar Flemming Raben.

 

Nú gera kyndilskvinnur klárt til steypakappingina, men Flemming Raben tekur einki fyri givið, tí VB er eitt sterkt steypalið, og Stjørnan hevur argað Kyndil í landskappingini. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Flemming Raben á Rás2 aftaná 15-21 tapið hjá Kyndli ímóti VÍF í oddauppgerðini í hvonndeildini.