Í heyst kemur út bók um losjurnar í Føroyum. Losjan í Havn varð 100 ár í 2002, í tí sambandi eru persónsmyndir, sum hava almennan áhuga, men tað hevur ikki eydnast at eyðmerkja allar.
Tískil hevur blaðið fingið áheitan um at heita á lesarar, ið eru førir fyri tí, at veita vitan um teir persónar, ið ókendir eru.
Tey, sum kenna fólk á myndunum, kunnu seta seg í samband við Jákup Lindenskov á tel. 312209 ella 283808 ella skrivið. Postboks 373 FO-110 Tórshavn.
Myndatekstur:
Losjulimir avmyndaðir, áðrenn teir fóru útferð annan hvítusunnudag 1904. Nøvnini eru eftir uppriti hjá Harry S. Johansen í klombrum eru viðmerkingar, ið eru lagdar aftrat.
1. kona Óla Svenn (Katrina Svensen), 2. ókend, 3. Fía hjá Wenzel (Sofía Petersen), 4. Mamma Lill (Hilda í Funningsstovu), 5. Sven Svendsen, 6. dóttir Henriksen, 7. Amanda (kona Hans Jákup í Dalólastovu), 8. Pylle (Poul Niclasen), 9. Laurits (á Bakka), 10.
Vágheini, 11. Jákup í Mattalág, 12. Elieser Rubeksen, 13. Sofus á Argjum, 14. Jacob Lindenskov (í Rættará), 15. Jákup Simonsen (hjá Sillu), 16. Elsa Petersen (fotografurin).
17. Lena í Grønlandi/ættað av Strondum), 18. Herborg (hjá Spinnaranum), 19. Julia Arge, dóttir J. A. Arge, 20. Rasmina kona J.A. Arge, 21. Jacob A. Arge, 22. Elsa Debes, 23. Henriksen (Laurits), 24. Lisabeth Hansen (Knútsstovu), 25. Elieser Hansen (á Kirkjuveg),
26. Smed Jensen, 27. Olevina Petersen (Tjørnuvíksolevina), 28. Olevina Rubeksen, 29. Jacobina Hansen (Bina hjá Pálli), 30. kona Poul Johs. (Kolturs Anna, tey búðu í Tróndargøtu), 31. kona Jákup Simonsen (Elsuba í Barnastovu), 32. kona Idu Poul (Isabella), 33. ókend, 34. ókend, 35. Bina hjá Sørin, 36. Sørin Wilhelmsen, 37. Agnas hjá Linu í Smiðjustovu, 38. Maria í Køk, 39. kona Óla Bell (Ole Nicodemussen), 40. Elisabeth Henrichsen, 41. Óli Bell (Ole Nicodemussen), 42. Pól í Horni, 43.
Tjalnespetur (Peter Petersen), 44. Malena (kona Nikodemus á Jaðri), 45. Demmus á Jaðri,
46. Poul Johs. (Tróndargøta), 47. Olevina undir Kletti (kona Andreas), 48. ókend, 49, ókend, 50. Maria í Rættará (Mouritsen), 51. ókend, 52. Inga í Króki, 53. Ole Arge (Óla Smið), 54. Jógvan Jacobsen (beiggi Jørgen á Áarvegnum), 55. Johs. Dam Bjørgheim, 56. Johs. í Króki, 57. Hans Jákup í Dalólastovu, 58. ókendur, 59. ókend, 60. Andr. undir Kletti, 61. Tummas í Køk, 62. Aksel Debes, 63. Jógvan Jacobsen í Boyggjastovu, 64. sonur Henriksen, 65. Niels Arge hjá Sofus á Argjum, 66. Axel hjá Nikolinu, 67. ókendur.