Louisa er fødd og uppvaksin á Ryggi í Miðvági. Foreldrini vóru Christian og Anna Poulsen. Pápin var ættaður av Ryggi, og vóru teir vanliga nevndir Poulsmenninir, sum helst kemur av Poulsen. Mamman var nevnd Norðskála Anna og var hon ættað av Norðskála, og var fødd Gregersen.
Louisa er nr. 6 av einum systkinaflokki upp á 13, 2 av systkjunum doyðu sum smábørn. Louisa fór sum ung genta til Sandavágs at tæna í húsi, hjá reiðara og handilsmanninum Hjalmar og konuni Margrethu Nielsen. Í síðstu helvt av tredivunum fór Louisa saman við fleiri øðrum suður til Tvøroyrar um sumrarnar at arbeiða í fiski, tá var Suðuroyggin eitt tað størsta arbeiðsplássið í landinum.
Á Tvøroyri møtti Louisa sínum komandi manni Thorvald Olsen, eisini nevndur Thorvald hjá Eiðis Tominu. Foreldrini hjá Thorvald vóru Óli Olsen, eisini nevndur Óli í Grundini og Tomina Olsen, f Andreasen. Í 1942 giftust Louisa og Thorvald og búsettust í Miðvági. Tey fingu 4 børn, Sólborg, Erna, Tordis og Torleif.
Men ikki kom alt at ganga, sum ein hevði væntað. Á vári 1949 gjørdist Thorvald sjúkur av tuberklum og lá á sanatoriunum í 4 ár. Hann doyði eftir eina skurðviðgerð í Danmark í 1954, bert 42 ára gamal.
Louisa var tá 38 ára gomul og sat einsamøll eftir við 4 børnum, sum tá vóru 14, 10, 9 og 2 ára gomul. Eftir hetta arbeiddi hon nógv í fiskaarbeiði í heimbygdini. Tá í tíðini var ongin møguleiki fyri at fáa sosiala hjálp, sum tað er nú á døgum.
Louisa hevur altíð verið guðsóttandi og trúð uppá, at hann sum øllum ræður, eisini vildi vísa henni vegin, so at hon kom at klára seg, og at geva børnunum ein virðiligan uppvøkstur.
Tá genturnar allar fluttu til Havnar at arbeiða, flutti Louisa og sonurin eisini til Havnar. Louisa fekk starv á Hotel Hafnia, har sum tvær av døtrunum starvaðust. Louisa arbeiddi á gongini, og var hon har, til hon gavst vegna aldur. Vit vita at Restorff familjan var sera glað fyri Louisu, hon var røsk og álítandi, teir nevndu hana altíð við eftirnavninum Fru Olsen.
Í 1983 var eitt ár sum rakti Louisu sera hart, hennara yngsta barn og einasti sonur doyði bert 31 ára gamal. Í 1998 doyr næstelsta dótturin 54 ára gomul. So hetta hava verið tung ár at koma í gjøgnum, men við einari sterkari trúgv á Guð, hevur hon klárað at vinna á sorg og sakni. Louisa býr einsamøll í húsum sínum í Miðvági, og klárar hon seg ógvuliga væl. Í dag hevur Louisa 9 ommubørn og 20 langommubørn. Ikki kann sigast annað enn, at øll eru sera góð við ommu og langommu. Altíð er hon sera blíð, tá vit koma á gátt. Vit gleða okkum at halda dagin saman við tær leygarmorgunin 10. desember 2005 í Miðvági.
Góða, mamma, vermamma, omma og langomma. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við 90 ára degnum og Guð vælsigni teg. Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Ynskir øll tín familja.