Fær danski javnaðarflokkurin stjórnarvaldið aftan á næsta fólkatingsval, kunnu grønlendingar rokna við at fáa eina almenna umbering fyri, at 22 grønlendsk børn vórðu tvingsilsflutt til Danmarkar í 1952.
Donsku myndugleikarnir søgdu, at tiltakið bleiv gjørt í bestu meining og fyri at hjálpa børnunum burtur úr teirri armóð, sum tey livdu í í Grønlandi. Børnini komu í røkt hjá donskum familjum og í danskan skúla. Endamálið var, at tey skuldu læra danskt so tey seinni kundu læra onnur grønlendsk børn tað danska málið.
Meðan tey vóru í Danmark, høvdu børnini einki samband við foreldur ella skyldfólk í Grønlandi, og tey mistu tí alt samband við ta grønlendsku mentanina.
Grønlendingar hava leingi kravt eina almenna umbering frá donsku stjórnini, men skiftandi forsætisráðharrar hava sýtt fyri at biðja grønlendsku børnini ella Grønland um umbering.
Men verður Helle Thorning-Schmidt forsætisráðharri aftan á næsta val, kunnu grønlendingar vænta at fáa umbering úr Danmark. Tað sigur framsøgumaðurin hjá Sosialdemokratunum í grønlendskum málum, Mogens Jensen, við DR í dag.