Kroatiski verjuleikarin, Dejan Lovren hevur seinastu mongu vikurnar verið settur í samband við eitt skifti til Liverpool.
Bretskir miðlar skriva nú, at Dejan Lovren skal til læknakanning í Liverpool um vikuskiftið, har alt viðvíkjandi skiftinum væntandi kemur uppá pláss.
Southampton keypti í fjør kroatiska verjuleikaran frá Lyon úr Fraklandi. Men nú er Liverpool til reiðar at gjalda umleið 185 milliónir krónur fyri kroatiska verjuleikaran.