Loyndarfulla Beverly Hills

Tv-stjórarnir á CW Television Network berjast í løtuni hart fyri at halda plottið í nýggju Beverly Hills 90210 loynarfult.

Ongar framvísingar fyri fjølmiðlarnar verða fyrr enn stóra amerikanska sjónvarpsfrumframsýningin verður av sjónvarpsrøðini 2. september og fyriskipararnir vilja enn ikki siga nakað um røðina yvirhøvur.

 

- Vit royna ikki at goyma nakað, vit siga bara einki áðrenn 2. september fyri at halda áhuganinum hjá fólki inntil frumframsýningarkvøldið, har øll sleppa at síggja fyrsta partin í senn, siga CW frá í einum tíðindaskrivi.

 

Í seinastuni hava ymiskir trupulleikar verið við røðini, tí Tori Spelling í seinastu løtu fór úr arbeiði hennara orsakað av ósemju um løn. Røðin verður tískil uttan Spelling, men Jennie Garth og Shannen Doherty vera aftur at síggja á skerminum frá 2. september.