Ymiskar ábendingar eru um, at gátan um amerikanska flogpionerin, Ameliu Earhart, sum hvarv sporleyst í 1937 í eini roynd at flúgva kring jørðina, nú er loyst. Ymiskt, sum kann stava frá burturblivna flogpionerinum, Ameliu Earhart, sum varð fødd í 1897, kann vera funnið á fólkatómu Kyrrahavnoynni, Nikumaroro.
Tað skrivar Time Magazine.
Amerikanski flogpionerurin forsvann sporleyst hin 2. juli í 1937 saman við navigatørinum, Fred Noonan.
Hetta var í eini roynd hjá teimum at flúgva runt jørðina.
Tey vórðu ongantíð funnin aftur, og ymiskar gitingar hava verið um, hvat hendi teimum á ferðini.
Amelia Earhart fleyg einsamøll um Atlantshavið í 1932, og á sumri í 1937 fór hon so undir royndina at flúgva runt jørðina.
Nú hevur ein bólkur, sum roynir at finna fram til søguna um gomul flogfør, funnið onkra beinrest, sum kann vera fingurin av einum menniskja, á Kyrrahavnoynni, Nikumaroro.
Beinrest, sminkuspegl og ymisk onnur ting, sum stava frá 1930-unum, eru funnin um somu leið.
Ein knívur av sama slagi, sum Ameliu Earhart hevði uppi á sær í flogfarinum, er eisini funnin, eins og ein halur av skógvi, ið hon ofta varð avmyndað í.
Á staðnum eru eisini funnar restir av báli, sum hevur verið brúkt til at steikja sjófugl, fisk og skjaldbøkur á.
Áður eru funnar ymiskar restir av eitt nú amboðum og aluminiumspanel av flogfari av slagnum Lockheed Electra, ið var flogfarið, sum Ameliu Earhart fleyg í.
Enn er ógjørligt at siga um tað, sum bólkurin hevur funnið, kann stava frá flogpionerinum, men nú verða so dna-royndir tiknar av tí, sum hildið verður er mannabein.
Tey bæði kunnu hava neyðlent á Nikumaroro, tá flogfarinum vantaði brenni.