Myndugleikarnir í New York halda seg hava funið ein loyniligan gravstað hjá mafiuni í býnum.
Gravstaðurin er í býarpartinum Queens, og FBI heldur, at har finnast leivdirnar av nøkrum monnum, sum mafian hevur beint fyri. Serliga verður hugsað um fimm menn, sum hvurvu í sjeyti- og áttatiárunum, og løgreglan hevur alla tíðina verið greið yvir, at morðini høvdu samband við innanhýsis stríð ímillum teir ymsu bólkarnar í mafiuni.
Sambært blaðnum New York Daily Mail væntar FBI ikki, at gravstaðurin í Queens fer at loysa allar tær óloystu morðgáturnar, sum eru knýttar at mafiuni í New York, men hildið verður, at gravstaðurin kann í hvussu er loysa nakrar av hesum gátunum.
Hóast tann elsta morðgátan er frá 1978, hevur løgreglan arbeitt við málinum øll árini, skrivar New York Daily Mail.