Loypið ikki á leistum fyri fíggingarstovnunum!

Oddagrein

Føroya Banki og Føroya Sparikassi gera nú aftur eina roynd at fáa loyvi at gera veð í aliloyvum. Fíggingarstovnarnir vilja hava henda rættin sum treyt fyri at fíggja alivinnuna í framtíðini.

Somuleiðis er forstjórin í Føroya Sparikassa aftur frammi við ynskinum um, at útlendingar skulu kunnu eiga ein størri part í føroyskum alibrúkum. Grundgevingin er, at útlendingar vilja ikki seta partapening í føroysk alibrúk, so leingi sum teir bara kunnu eiga upp í 33 prosent av partapeninginum.

Sambært forstjóranum er neyðugt at fáa útlendskan kapital, tí eingin váða-fúsur kapitalur sigst vera í Føroyum, hóast nógvar milliardir krónur standa á bók!. Eginkapitalurin í alivinnuni, sum fyri tveimum árum síðani var einar 500 mió.kr. sigst at verða burtur um ársskiftið! Prísurin á alifiski er lágur og ILA sjúkan hevur gjørt sítt til ta ringu støðuna.

Bæði spurningurin um veð í aliloyvum og um útlendingar skulu kunna eiga størri part í føroyskum vinnulívi eru rættiliga prinsipiellir spurningar. Tann fyrri er ikki lættur at skilja hjá leikfólki, og tað hevði verið áhugavert at fingið eitt meira prinsipielt orðaskifti um henda spurningin.

Higartil hevur politisk mótstøða verið ímóti at lata fíggingarstovnarnar fáa veð í aliloyvunum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur boðað frá, at sum er, kunnu fíggingarstovnarnir ikki fáa henda rættin, og líkt er til, at Tjóð-veldis-flokkurin er samdur við Fólkaflokkin i hesum máli. Hann hevur somu støðu sum áður, og sigur í tíðindaskrivi, at aliloyvi, fiskiloyvi og onnur loyvi at nýta alment tilfeingi eru almenn brúksloyvi, sum tað almenna eigur at bjóða út, og gevst ein loyvishavari, so eigur loyvið at falla aftur til tað almenna, heldur
Tjóðveldisflokkurin.

Hugsast kann, at Javnaðarflokkurin hevur somu støðu, so dyggur meiriluti er helst ímóti at lata fíggingarstovnarnar fáa henda rættin. Tá fiskivinnan var í kreppu, strongdu fíggingarstovnarnir hart á at fáa loyvi at taka veð í fiskiloyvum. Um tað ikki hendi, fekst eingin fígging til fiskivinnuna o.s.fr. Fíggingarstovnarnir fingu ikki lov at taka veð, men fiskivinnan hevur havt nøkur gullár!

Fíggingarstovnarnir hava í góðu árunum kappast um at fíggja alivinnuna, og teir eiga eisini at kunna átaka sær eitt tap, nú vinnan hevur hall eitt skifti.

Hvussu gagnligt tað er við útlendskum kapitali er sorgarsøgan í sunnaru helvt eitt gott dømi um. Norsk alifyritøka var uppi í sum partaeigari, og segðist at gjalda stórt milliónatal í eitt laksavirki í Suðri - talið 80 mió.kr. er nevnt. Men nú tað gekk illa hjá alifyritøkuni í Noregi, fór fyritøkan við maskinum og tólum á virkinum!

Eitt dømi um útlendska fyritøku, sum hevði váðafúsan kapital! Er tað slíkar, sum Sparikassin vil hava til Føroya?

Tað er at vóna, at landsstýri og løgting hugsa seg væl um í hesum máli og ikki loypa á leistum fyri ynskjunum hjá fíggingarstovnunum!