loysa trupulleika í Klaksvík við kampingvognum

Um hálvtannað ár verður stór fiskivinnustevna í Klaksvík, tá í Atlantic Fair stevnan verður, tað er stevnan, sum fyrr kallaðist Fish Fair.

 

Tá ið stór tiltøk eru, hevur gistingin mangan verið ein trupulleiki, helst tá ið tiltøkini eru uttanfyri Havnina.  

 

Onkuntíð hevur Norrøna verið hotellskip, men tey, sum skipa fyri stevnuni í Klaksvík í mai í 2015, ganga nýggjar leiðir.

 

Í hesum sambandi kannað tey nú møguleikan fyri leiga kampingvognar til stevnufólkið at gista í.

 

Tey hava samband við kampingfelagið at vita um limirnir í kampingfelagnum eru sinnaðir at leiga vognar til endamálið.   

 

Í hesum sambandi hugsa tey um at leiga vognin við uppreiðing og reingerð.

 

Enn er greiða ikki fingin á um hetta er ein møguleiki, sum ber til, ella ikki.