At Anna Falkenberg vísir á nøkur fakta, um hvussu nógv loysingin hevði kostað, skapar øsing millum loysingarfólk. Tað er altíð sunt fyri fólkaræðið, at kjak er millum fólkið. Men tað er ørkymlandi, at eingin dugir at vísa á nakað mótsvar!
Fyrrverandi landsstýrisfólk og núverandi løgtingsfólk hava øll síni svar uppá, hvat tjóðarsemjan er. Trupulleikin er bara, at tey ikki hava sama svarið!
Onkur sigur tjóðarsemjan er loysing, meðan onnur bara svara: “Tað er ikki tað, ið tjóðarsemjan gongur út uppá!” uttan at nágreina víðari fyri, hvat ætlanin er.
Vit í Sambandsflokkinum verða løgd undir at koyra ræðukampanjur. Men steðgar man á, og hugsar um støðuna í heiminum og ríkisfelagsskapinum, so kemur man skjótt til ta niðurstøðuna, at tað ikki er friðartíð.
Tí halda eg, at prátið um loysing er ørkymlandi. Men uppaftur meira forvirrandi er tað, tá teir flokkar, ið eru samdir, ikki geva sama svar, um hvat teir eru samdir um!
Vit royna ikki at ræða fólk – men vit vilja heldur ikki billa nøkrum inn, at alt er undir kontrol, tá tað opinlýst ikki er tað!
Loysing kostar – og onkur skal gjalda.
Tá kenslan verður, at alt annað má víkja, tí loysingin er sett hægri enn tú og eg - so er vandi fyri,
at virðingin fyri teimum, sum skulu bera avleiðingarnar, hvørvur.
Eyðdis Hartmann Niclasen
Tingkvinna fyri Sambandsflokkin











