Óli skoraði seks mál í stórsigri hjá GOG

HØJ fekk ikki eitt bein til jørðina í dystinum móti GOG

Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG spældu í kvøld dyst á útivølli móti komandi liðnum hjá Ísaki Vedelsbøl, HØJ í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

GOG vann stórsigur 37-22 í Farum Arena. Longu í steðginum var alt avgjørt. Tá var GOG á odda heili 20-7. 

 

Tað lá væl fyri hjá Óla, ið skoraði seks mál, og hann legði eisini upp til eitt mál, og vann liðnum eitt brotskast. Frederik Bjerre var við 10 málum toppskjútti hjá GOG. 

 

GOG er saman við liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Skanderborg-Aarhus næstfremst í deildini við 24 stigum. Aalborg hevur enn ikki sett so mikið sum eitt stig til í kappingini, og teir eru langt fremst í deildini við 36 stigum.