Loysing og so

At hugsa sær. Vit fara í felag undir at byggja einar sjálvstøðugar Føroyar. At gera sjálva grundlógina fyri okkara land, sum ásetir og tryggjar okkara rættindi og okkara skyldur mótvegis hvørjum øðrum - sum føroyskir heimsborgarar.

Sum ásetir, hvussu vit skulu umsita okkara tilfeingi, bæði á landi, sjógvi og undir havbotninum. Sum ásetir og tryggjar politiska valdsbýtið, persónligt frælsi og demokrati. Sum ásetir rættin til útbúgving, heilsurøkt, almannahjálp og forsorg fyri allar borgarar í Føroyum. Sum skapar okkum skipaði og trygg viðurskift í einari samfelagsskipan, vit sjálvi hava bygt, góðkent og hava álit á.


Avbjóðingin

Hetta er størsta avbjóðing vit kunnu fara undir. Hetta er avbjóðingin til øll ættarlið. Og ikki minst til ungdómin, sum annars bert hevur hoyrt um skuld, bankamál og um politik sum eitt klandur og stríð millum seráhugamál. Nú kunnu vit sjálvi bera eina nýggja viðurkenda tjóð í heim. Eina tjóð, sum traðkar út í heimssamfelagið, sum tekur ábyrgd í heiminum og situr á sínum egna plássi við borðið í Sameindu Tjóðum.


Loysing er

endurreising

Arbeiðið við grundlógini verður samstundis hornasteinurin og drívmegin í eini endurreising og endurnýgging av samfelagnum. Tjóðveldisflokkurin vil gera menningarætlanir fyri vinnulívið, gransking, útbúgving og mentan. Vit skulu leggja langtíðarkarmar um nýggjar íløgur í samfelagið.

Tað merkir rætt og slætt, at landsmyndugleikar, lokalir myndugleikar, privata vinnan, almennir stovnar og fíggingarstovnar í felag viðgera trupulleikarnar og samskipa nýggjar ætlanir.


Heimastýrisbrillurnar

skulu burtur

Vit hava start okkum blind uppá ræðusøgur um loysing. Vit hava bara sammett okkum við stórar tjóðir og tí sagt, at vit eru ov smá. Men vit mugu venda eygunum rætta vegin. Vit skulu úr heimastýrisbrillunum, sum bara venda móti okkara egna nalva og nalvastronginum til Danmarkar. Mitt í seinastu øld varð eisini sagt, at Belgia og Portugal vóru ov smá lond til at gerast sjálvstøðug. Veruleikin í dag er, at síðani 1946 eru einar 40 smátjóðir vorðnar sjálvstøðugar og tær flestu eru limir í ST. Hetta eru tjóðir undir 1 millión íbúgvar. Summar eru størri og summar eru minni enn vit.

Og gongdin hevur verið greið: Búskapurin er batnaður hjá teimum allarflestu eftir loysingina, tí samvinnan er økt. Á seinastu uppgerðini hjá ST um livistøðið og tað menniskjaligu vælferðina í ST-londum, er Ísland nr. 5! - meðan Danmark tildømis er nummar 18. Og fleiri av smátjóðunum eru millum 30 tær fremstu.


Dygdarmenning

Vit kunnu eisini læra av Malta í miðalhavinum. Malta livdi av studningi frá Bretlandi fyri eina hernaðarstøð. Eftir politisku loysingina gjørdu tey eina skiftistíð, har studningurin fjaraði burtur. Tey gjørdu ítøkiligar menningarætlanir eftir loysingina. Ikki við almennum studningi ella almennari stýring av vinnulívinum. Men við neyvari samskipan millum ta privatu vinnuna og politisku myndugleikarnar. Soleiðis var ferðavinnan ment og eisini annar ídnaður. Greiðar forkanningar vórðu gjørdar og greið mál sett. Útbúgvingarætlanir, almennar íløgur og privatar íløgur vórðu samskipaðar.

Vit kunnu sjálvsagt ikki samanbera beinleiðis. Tild ømis eigur Malta onga aðra rávøru og onki annað tilfeingi enn sítt egna fólk. Tey hava enntá ikki vatn í oynni, men mugu fáa feskt vatn úr sjógvi. Vit hava bæði eitt vælútbúgvið fólk, eitt tilfeingi í havinum og møguliga undir havinum og óteljandi aðrar møguleikar í tøkniøldini.

Sjálvræði snýr seg ikki um stødd og nøgd. Tað snýr seg um dygd og samstarv.

Høgni Hoydal

Tjóðveldisflokkurin