Loysingarromantikkur ella loysingarveruleiki

...

Eg vildi ynskt ? og helst allir føroyingar við mær ? at vit kundu havt einar fríar og frælsar Føroyar við 40-50.000 glaðum føroyingum, ið allir høvdu tað gott bæði materielt og sálarliga. Ja, hetta er mítt ynski.

Nú er tað tó so, at tað er sjáldan, at ynski ganga í uppfyllilsi uttan nakað. Oftast er tað so, at tú mást gera upp, hvussu støðan er, hvat grundarlag hevur tú at standa á, og hvussu vil tú røkka tínum máli. Við øðrum orðum, hvussu fært tú ynski uppfylt.

Turrisligt ? men veruleiki. Í dag er veruleikin, at lívsgrundarlag er ikki fyri 45.000 fólkum í Føroyum, um vit skulu hava á leið sama livifót, sum nú.

Við øðrum orðum kunnu vit tíverri ikki vera blokkstuðulin fyriuttan. Soleiðis er tað bara. Men tíðir kunnu broytast. Vit fáa kanska nýtt lívsgrundarlag innan leingi. Hvør veit? Tí ræður um longu nú at fáa ein nýggjan nútíðarhóskandi virðiligan sáttmála við Danska ríkið, sum greitt tilskilar rættindi og skyldur í einari framtíðar samvinnu. Hetta er stórarbeiði, ið má gerast, um okkara fólk skal hava vinnuliga framtíð.

Konstruktivur sum Javnaðarflokkurin altíð er, so er hann einasti flokkur, ið hevur miðvísa ætlan um hetta.

Ynskja kunnu vit altíð, men oftast skal konstruktivt arbeiði til, áðrenn ynski er uppfylt, tað veit vanligi føroyingurin saman við Javnaðarflokkinum.


Tummas Arabo,

valevni Javnaðarfloksins