Mesta av greinini er lýsing av teim reellu trupulleikunum, sum hava verið á Balkan í mong ár. Men knappliga skiftir greinin fokus, og endar við at nevna, at Danmark stuðlar ”fullu loysingini hjá Kosovo.” Og so brestir bumban í allarseinasta setningi: ”Sum heild stuðlar Danmark loysingarrørslur, soleingi hesar ikki virka innan danska ríkisfelagsskapin.” Hetta er ein alvorlig sak, góði Sosialur. Tí hatta er skeivt, enda í annan! Tit bera falskan vitnisburð!
Hvat er so galið?
Fyrsta: Tit skilja ikki millum loysingarrørslur og frælsisrørslur.
Annað: Tit siga ”…so leingi hesar (loysingarrørslur)r ikki virka innan ríkisfelagsskapin”
Men er tað ikki líka mikið? Nei, og slett ikki tá Føroya kanska størsti miðil skrivar so.
Eitt er frælsisrørsla
Frælsisrørslur eru eitt. Til dømis FNL ella Vietcong í Vietnam, sum bardist móti amerikanskari herseting og imperialismu. Ella MPLA í Angola, sum blakaði portugisiska kolonivaldið út. PLO í Palestina vil hava sítt gamla land aftur frá einum hersetingarvaldi, ið eitur Ísrael. Men hvør hevur mesta rættin har? Hópur av dømum kundu verið nevnd.
Annað er separatistrørsla
Loysingar- ella separatistrørslur virka oftast fyri at býta partar av verandi statum frá. Og her eru nógv søgulig, politisk og national atlit at taka, tá dømast skal um rætt og skeivt. ETA í Norðurspania, er dømi um separatistrørslu. Danmark stuðlar ikki ETA. Ger Sosialurin? Liga Norte í Italia er eisini separatistrørsla. Tshombe í Katanga í Congo var separatistur, sum gekk ørindi hjá imperialistum. ST, Danmark og helst Sosialurin var ímóti. Sama var við Biafra í Nigeria. Hópur av skitnum dømum kundu verið nevnd.
Tað ljóðar, sum Sosialurin per definitión heldur, at separatistrørslur eru í fínasta lagi. Er tað í lagi, at turkar hava sín egna loysingarstat á Norðurcypern? Var tað rætt, at sudetertýskarar loystu frá Tjekkoslovakia og komu ”heim” til Týsklands? Skula sorbar í Týsklandi so hava sín egna stat?
Støðan á Balkan
Nú er støðan í gamla Jugoslavia og á Balkan óvanliga kompleks og vandamikil. Sum Sosialurin rætt skrivar, so hava fólkasløg og religiónir, hersetingar og ymiss søgulig stórveldir, kommunisma og fascisma sett síni djúpu spor har. Tað sum er politiskt rætt at gera har og nú, kann uppá ongan máta mekaniskt yvirførast til føroysk viðurskiftir við at gera gandaorðið loysing til nakað universelt gott. Og Danmark er ikki Serbia. Ansi eftir!
Hvat meinar Sosialurin?
Men er Danmark ímóti, tá tað kemur til ríkisfelagsskapin? Hvat meina tit við?
Eg haldi meg hava hoyrt fleiri statsministarar sagt, at um ein klárur meiriluti í Føroyum ynskir økt sjálvstýri ella kanska loysing, so eru tað føroyingar, ið velja. Sama er uttan nakran iva galdandi fyri Grønland. Tit eru á skeivari leið, tí hatta eru politiskt ósannindir.
Støðan í Føroyum?
Hava føroyingar (og grønlendingar) ikki tað heima- ella sjálvstýri, sum teir hava samrátt seg fram til? Er ynski um meira sjálvstýri, so er at semjast um hesi ynski fyrst og so at samráðast. Fingu íslendingar, sum til 1944 vóru partur av ríkisfelagsskapinum, ikki fullveldi á friðarligan og væl skipaðan hátt? Har var greiður meiriluti fyri fullveldi, eini 93% minnist eg rætt.
Vónandi er loysunarorðið hjá Sosialinum ikki: full ferð fram við øllum separatistum. Tí um Verðin verður býtt upp í smástatir til støddar sum Føroyar, so eru leysliga roknað hundrað túsund (100.000) statir í Verðini. Eg haldi, at tað ljóðar bæði kaotiskt og órealistiskt. Men í hesum føri haldi eg bestu loysn vera, at Kovovo verður viðurkent sum suveren republikk.